FSF eigur hús í Gundadali

Fótbóltur: Fyri fleiri kom tað sum ein bumba, tá FSF bossurin boðaði frá, at Fótbóltssambandið fyri ognarrættin til húsini við Tórsvøll hevur rindað fýra milliónir

Tit eiga eini hús í Gundadali. Hann segði tað ikki orðarætt soleiðis, men hetta lá í boðskapinum, tá Torleif Sigurðsson, FSF bossurin, kom við tí frágreiðingini um leiklutin hjá Fótbóltssambandinum í Tórsvølli, sum feløgini høvdu biðið um til árliga fundin í november, sum leygardagin var í B36 húsinum.

Feløgini hava áður á ársaðalfundi givið nevndini í FSF heimild at seta upp til 2,5 milliónir í Tórsvøll. Torleif Sigurðsson upplýsti, at nevndin hevur brúkt 1,5 millión av hesum pengunum til sjálvan vøllin, og at teir tískil væl og virðiliga hava hildið seg innanfyri heimildina, sum teir hava fingið frá feløgunum.

Og so kom bumban:

? Húsini, sum standa við vøllin, eiga vit. Eftir samráðingar við grunnin hava vit yvirtikið húsini, vit leiga økið, sum bygningurin stendur á, tað fær sítt egna matrikulnummar, og tað verður okkara uppgáva at syrgja fyri at gera húsini liðug, og vit fara at rinda kostnaðin sjálvir.

Húsini eru í fýra hæddum og samlaða víddin er umleið 1300 fermetrar. Ætlanin er fyrst at gera niðastu og ovastu hæddirnar lidnar. Í niðastu hæddina verða umklæðingarrúm og goymslurúm, og í ovastu hæddini skal pressan halda til. Tá tað arbeiðið verður liðugt, verður farið undir hinar hæddirnar. Í tí niðaru skal umsitingin hjá FSF halda til, og í tí ovaru verða m.a. høli til VIParar.


Verður dýrari

Torleif Sigurðsson staðfesti leygardagin, at Tórsvallargrunnurin hevur staðið fyri arbeiðnum, sum higartil er gjørt, og at tað er eftir samráðingar og semju millum grunnin og FSF, at tað nú er avgjørt, at Fótbóltssambandið hevur rindað tær fýra milliónir krónurnar, sum higartil eru brúktar uppá bygningin, og at tað nú er uppgávan hjá FSF at gera bygningin lidnan og at rinda kostnaðin.

? Hetta er neyðugt, tí frá UEFA vita vit, at teir í framtíðini fara ikki at góðtaka, at tað verður spælt á vøllinum, um ikki onnur høli vera tøk enn tey, sum higartil hava verið brúkt, segði formaðurin í FSF.

Áður hevur ljóðað, at bygningurin skuldi kosta níggju milliónir krónur, men nú verður sagt, at prísurin verður tólv milliónir krónur.

Tað var einki orðaskifti um avgerðina hjá nevndini í FSF at yvirtaka bygningin. Fyri flestu feløgini vóru hetta nýggj tíðindi, og vit skilja á lagnum, at ætlanir eru um at taka málið upp aftur, tá aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum verður í februar.

Í ásetingunum fyri FSF stendur, at aðalfundurin skal geva nevndini heimild at keypa og selja fasta ogn. Tað stendur einki um heimildir í sambandi við bygging.


FSF uppií á Toftum

Formaðurin í FSF minti leygardagin á, at tað hevur verið og er ætlanin hjá Fótbóltssambandinum, at tað skal bera til at spæla landsdystir á tveimum vøllum, og hann staðfesti í tí sambandinum, at í løtuni ber tað ikki til at spæla á Svangaskarði, tí har eru ikki setrini, sum tað nú er eitt krav eru kring vøllir, sum hýsa altjóða dystum.

Toftamenn arbeiða við ætlanum um at fáa setur til vega, og FSF formaðurin upplýsti, at Fótbóltssambandið ætlar at vera við í tí ætlanini.

Eingin avgerð er tikin um, hvar landsdystirnir skulu spælast í framtíðini, men sambært formanninum í FSF, so fer tað at verða spælt bæði í Gundadali og á Svangaskarði.