Tað er ikki bara í Føroyum, at broytingar í hjúnabandslógini og hjúnabandinum, sum vit kenna tað, eru frammi, tí nakað tað sama er eisini frammi í Italia í hesum døgum. Har er senatið í tjóðartinginum farið [...] mett, at okkurt um ein hálv millión fólk vóru við í mótmælisgonguni, sum var í fornu Cirkus Maximus-arenuni og í gøtunum har um leiðir. [...] størru londunum í vesturheiminum, sum ikki loyvir skrásettum parlagi ella hjúnabandi millum samkynd, og tað er heldur ikki uttan svørðslag, at uppskotið kemur ígjøgnum hesaferð. Politiið í Rom hevur mett
Nýggjárshald í Vági er kent í Føroyum sum eitt tað stórfingnasta í landinum, og vóru vágbingar eisini undangongufólk á økinum heilt afturi í sekstiárunum. Nýggjárshaldið í Vági fær alsamt størri áhuga [...] Vágs á nýggjárum, Soleiðis var eisini í ár. Í ár vóru danska Olivia Loftlund og svenski Alexander Boëthius, sum býr í Sveits, í Vági á nýggjárum. Bæði eru áhugaði í mynda- og filmsupptøku og var hetta eisini
Listavegginum hjá Eik í Miðvági í apríl Tað eru næmingar í kvøldskúlanum hjá Vága kommunu, sum sýna fram. Jóna Birgit Nattestad hevur undirvíst børnum í listastovuni í Miðvági í vetur. Hetta er annað árið [...] Jóna Birgit er lærari á Giljanesi og undirvísir eisini har í list. Hon hevur málað síðan 2006 og hevur luttikið á ymsum skeiðum, bæði í Føroyum og fleiri ferðir uttanlands. Eisini hevur hon havt fleiri [...] árið, Vága kommuna hevur havt hetta tilboðið í kvøld/dagskúla. 14 næmingar úr allari oynni hava luttikið. Tey eru í aldrinum 3. - 8. flokk. Tey hava teknað og málað, bæði naturalistiskt og abstrakt og
Móðurmálsdagur er í morgin, og í hesum sambandi hevur Tilhaldið í Tórsgøtu í Havn eisini sett móðurmálið á dagsskránna. Seinnapartin í dag klokkan 15 fer Árni Dahl, lærari, at hugleiða um V. U. Hammershaimb [...] 21. februar sum móðurmálsdag, men í Føroyum verður hann hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hammershaimbs, sum verður kallaður »faðir at føroyska málinum«. Í morgin eru 196 ár síðani, at hann varð [...] varð føddur, og skipað verður fyri fleiri tiltøkum. Árni Dahl hevur undirvíst í føroyskum í barnaskúla og á Føroya Læraraskúla í mong ár. Hann hevur skrivað fleiri skúlabøkur, eitt nú bókmentasøgu um føroyskar
verið í Tórsgøtu, har Frelsunarherurin hevur høvuðssæti í Havn. Gamli bygningurin er gjørdust í standa av nýggjum frá topp til tá, og fríggjadagin var so stóra løtan, tá fyrsta møtið varð hildið í nýggju [...] Marin. Frelsunarherurin hevur verið virkin í Føroyum síðani 1924. Í dag eru á leið 100 limir í føroysku deildini. [...] Frelsunarherinum í Norðanlondum, sum hevur fíggjað umbyggingina. Meðan umbyggingin hevur verið ígongd, hevur virksemið hjá Frelsunarherinum verið í Posthúskjallaranum, Miðlahúsinum og í salongini hjá Marin
50-tonsarin Jøkul í 1978 fór av bakkastokki á Grótrætt norðan fyri Klaksvík, var samstundis liðugt at smíða træskip í Føroyum. Motorbátaøldin tekur við, og nógvir motorbátar verða smíðaðir. Í bókini “Siglandi [...] og skipum. Nevnast kunnu eitt nú Eli og Bragi, sum Lias í Rættará smíðaði ávikavist í 1901 og 1917. Bókin verður løgd fram á tiltaki í Ósáskúlanum í Klaksvík mikukvøldið kl. 19.30. [...] føroyskum træskipasmíði frá elstu tíð til okkara dagar, og í bókini er listi við um leið 250 motorbátum smíðaðum í tíðarskeiðnum 1900-1940. Í partinum”Skipatekningar” finnast tekningar av motorbátum og
vitjan í dag, tá ítróttastjórin í danska hondbóltssambandinum, Morten Hendriksen, og aðalskrivari, Morten Stig Christensen, vera í Føroyum. Tað skrivar Hondbóltssambandið. Teir báðir eru kendir í hondb [...] átt virknan leiklut í stóru framgongdini, sum hevur verið í donskum hondbólti. Morten Stig Christensen er eisini kendur sum gamal landsliðsspælari, sjónvarpsvertur og ítróttastjóri í TV2. Teir báðir fara [...] at hyggja at dysti í bestu mansdeildini, venja U15-dreingirnar í leikaramenningini hjá HSF, og hava fyrilestur fyri venjarum og øðrum. Hóskvøldið er fyrilestur fyri øllum áhugaðum í høvuðssætinum hjá
komið saman á Vaglinum í Havn í dag, til haldið, sum var í samband við altjóða arbeiðaradagin. Tað vórðu tríggir røðarar, ið vórðu á pallinum í dag: Tóra við Keldu, sum er forkvinna í MBF, sum er felagið [...] felagið fyri tey, ið bera brek í Føroyum, Jørleif Kúrberg, sum er sonur Martin Kúrberg, ið var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í trimum umførum, frá 1951 til 1952, síðani frá 1955 til 1956 og so aftur frá [...] Triði røðarin var Kári Johansen, sum er sonur Carl Johansen, ið var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag frá 1977, til hann doyði í 2002. Álvur Haraldsen tók myndir frá tiltakinum.
eitur, er 44 ára gamal, og í fimm ár hevur hann verið venjari hjá Keflavík í bestu íslendsku deildini. Besta úrslitið rakk hann í 2008, tá Keflavík á seinasta leikdegi snávaði í gullstríðnum, men har venjarin [...] venjarin varð kosin sum tann besti í Íslandi tað árið. Í Føroyum verður setningurin sjálvandi at halda HB har, sum felagið heldur seg hoyra heima. Nevnliga í toppinum av føroyskum fótbólti. [...] Erik Hentze, ikki helt fram í starvinum, hevur verið gitt dúgliga um, hvør nýggi venjarin hjá høvuðsstaðarfelagnum verður. Nógv nøvn hava verið í umferð, men á tíðindafundi í morgun varð endaliga staðfest
eitur, er 44 ára gamal, og í fimm ár hevur hann verið venjari hjá Keflavík í bestu íslendsku deildini. Besta úrslitið rakk hann í 2008, tá Keflavík á seinasta leikdegi snávaði í gullstríðnum, men har venjarin [...] venjarin varð kosin sum tann besti í Íslandi tað árið. Í Føroyum verður setningurin sjálvandi at halda HB har, sum felagið heldur seg hoyra heima. Nevnliga í toppinum av føroyskum fótbólti. [...] Erik Hentze, ikki helt fram í starvinum, hevur verið gitt dúgliga um, hvør nýggi venjarin hjá høvuðsstaðarfelagnum verður. Nógv nøvn hava verið í umferð, men á tíðindafundi í morgun varð endaliga staðfest