Seinasta árið hevur nógv byggivirksemi verið í Tórsgøtu, har Frelsunarherurin hevur høvuðssæti í Havn.
Gamli bygningurin er gjørdust í standa av nýggjum frá topp til tá, og fríggjadagin var so stóra løtan, tá fyrsta møtið varð hildið í nýggju hølunum.
Kostnaðurin av umbyggingini er góðar 12 mió kr., og tá hevur tað stóran týdning, at lógin um mvg-frítøku fyri samkomuhús varð samtykt á sinni. Tað er ognarfelagið hjá Frelsunarherinum í Norðanlondum, sum hevur fíggjað umbyggingina. Meðan umbyggingin hevur verið ígongd, hevur virksemið hjá Frelsunarherinum verið í Posthúskjallaranum, Miðlahúsinum og í salongini hjá Marin.
Frelsunarherurin hevur verið virkin í Føroyum síðani 1924. Í dag eru á leið 100 limir í føroysku deildini.