Tað er ikki bara í Føroyum, at broytingar í hjúnabandslógini og hjúnabandinum, sum vit kenna tað, eru frammi, tí nakað tað sama er eisini frammi í Italia í hesum døgum.
Har er senatið í tjóðartinginum farið undir at viðgera eitt lógaruppskot um skrásett parlag. Endamálið við uppskotinum er millum annað, at samkynd skulu kunna ættleiða børnini hjá hvørjum øðrum.
Italia er einasta av størru londunum í vesturheiminum, sum ikki loyvir skrásettum parlagi ella hjúnabandi millum samkynd, og tað er heldur ikki uttan svørðslag, at uppskotið kemur ígjøgnum hesaferð.
Politiið í Rom hevur mett, at okkurt um ein hálv millión fólk vóru við í mótmælisgonguni, sum var í fornu Cirkus Maximus-arenuni og í gøtunum har um leiðir.











