Ung listafólk úr Vágum sýna fram á Listavegginum hjá Eik í Miðvági í apríl
Tað eru næmingar í kvøldskúlanum hjá Vága kommunu, sum sýna fram.
Jóna Birgit Nattestad hevur undirvíst børnum í listastovuni í Miðvági í
vetur. Hetta er annað árið, Vága kommuna hevur havt hetta tilboðið í
kvøld/dagskúla.
14 næmingar úr allari oynni hava luttikið. Tey eru í aldrinum 3. - 8. flokk.
Tey hava teknað og málað, bæði naturalistiskt og abstrakt og hugurin hevur
verið sera góður.
Jóna Birgit er lærari á Giljanesi og undirvísir eisini har í list. Hon hevur
málað síðan 2006 og hevur luttikið á ymsum skeiðum, bæði í Føroyum og fleiri
ferðir uttanlands. Eisini hevur hon havt fleiri listaframsýningar.