Íslendskur venjari til HB

Á tíðindafundi í dag setti HB navn á mannin, sum skal venja besta mansliðið hjá felagnum í 2010. Maðurin er íslendingur og eitur Kristján Guðmundsson

Fótbóltur

Síðani tað stóð greitt, at gullvenjarin hjá HB, Sámal Erik Hentze, ikki helt fram í starvinum, hevur verið gitt dúgliga um, hvør nýggi venjarin hjá høvuðsstaðarfelagnum verður.
Nógv nøvn hava verið í umferð, men á tíðindafundi í morgun varð endaliga staðfest, at talan verður um íslendskan venjara.
Kristján Guðmundsson, sum maðurin eitur, er 44 ára gamal, og í fimm ár hevur hann verið venjari hjá Keflavík í bestu íslendsku deildini. Besta úrslitið rakk hann í 2008, tá Keflavík á seinasta leikdegi snávaði í gullstríðnum, men har venjarin varð kosin sum tann besti í Íslandi tað árið.
Í Føroyum verður setningurin sjálvandi at halda HB har, sum felagið heldur seg hoyra heima. Nevnliga í toppinum av føroyskum fótbólti.