til Føroya á vitjan í summar, er tað í øllum førum greitt, at Suðuroyggin stendur á skránni hjá teimum kongligu. Kongshúskið vitjar í Føroyum í døgunum frá 21.-23. juni í summar og við í ferðini eru bæði [...] Mary, prinsessa. Á kommunustýrisfundum í Suðuroy eru kommunustýrini kunnað um, at tey kongligu koma til Vágs fyrrapartin 21. juni við kongsskipinum, Dannebrog. Í Vág skulu tað hava eina málttíð, áðrenn [...] avstað aftur av Tvøroyri við kongsskipinum. Bæði í Vági og á Tvøroyri skulu tey hyggja eftir ymsum. Eitt nú er tað greitt, at á Tvøroyri skulu tey vitja í krambúðini hjá Thomsen, sum er gamal, kongligur
aloftast listarliga lýstar í førstu klummuni. Og hartil hevur felagið eisini fingið nakað av umrøðu í Føroyum. Tríggir føroyskir landsliðsspælarar hava seinnu árini gjørt um seg í felagnum. Andrew av Fløtum [...] teimum, sum av álvara megnaði at fylgja við, tá pengafótbólturin fór at gera um seg í Danmark. Við djúpum rótfesti í arbeiðararørsluni var pengafótbóltur heldur ikki tann vegurin, sum var mest náttúrligur [...] Fløtum hevur verið at kalla fastur fúsur í álopinum hesa tíðina, men hartil hava Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør eisini roynt seg í Sundby Idrætspark, har felagið spælir sínar heimadystir.
skipið. Jákup Andrias Arge í Havn, sum tá vanliga tók myndir fyri danska sjónvarpið, filmaði hendingini í Havn, og í tí sambandi varð eitt flogfar sent úr Fornebu floghavnini í Oslo til Vágar eftir filminum [...] upprunaligu ætlanini skuldi skipið pumpa kemisku avfallsevnini frá Zout Chemie felagnum í AKZO-konsernini í Rotterdam út í Norðsjógvin, men mótmælir frá Danmark og Norra fyribyrgdu hesum. Ístaðin varð avgjørt [...] filminum, sum varð vístur í t.d. hálendskum og donskum sjónvarpi. Jákup Andrias Arge sigur, at alt hetta skuldi ganga so skjótt fyri seg. Tá flogfarið kom til Fornebu í Norra, var filmurin koyrdur við politiverju
Høgni í Stórustovu hevur loyst hana av í hesum týðandi starvi, og vónaði hon, at vit skjótt fáa eina landsvirkisætlan viðvíkjandi ferðslutrygdini í Føroyum. Síðan segði nýggi formaðurin, Høgni í Stórustovu [...] d og Jákup N. Olsen, nevndarlimur í Ferðslutrygd. Mynd: Høgni í Stórustovu (h.m.) hevur tikið við sum formaður í Ferðslutrygd eftir Rúnu Sivertsen, sum hevur sitið í hesum álitissessi síðan apríl 2003 [...] nevndarlimur í Ferðslutrygd síðan 2000 og næstformaður síðan apríl í ár. Undir móttøkuni á Hotel Hafnia segði Rúna Sivertsen, at tað var ikki nøkur løtt avgerð hjá sær at taka at fara frá sum formaður í Ferðslutrygd
bilbranchan í Danmark møtist at sýna fram alt tað nýggjasta, sum er komið fram, tað verið seg bæði mekanisk og elektronisk útgerð til bilar og bilverkstøð. Auto Teknik hevur eisini áhuga í Føroyum og nógv [...] sum er komið fram. Bilredaktiónin á Sosialinum var boðin við á messuna av dekkfyritøkuni Super Dekk í Havn. Har var nakað fyri øll innan bilbranchuna. Til tey sum hava bilverkstaðir eru øll hond- og maskinamboð
einum byggimarknaði í Týsklandi. Í 1985 byrjaði hann sum sjálvstøðugur og læt upp klædnahandilin Jungmann í Saltangará. Frá 1989-91 hevði hann eisini eina deild í Niels Finsensgøtu í Havn. Hann byrjaði [...] skógvar seinni í ár. Tað er Hans Anton Thomsen í Saltangará, sum eigur handilin. Hann 43 ára gamal, ættaður av Strondum og býr í Saltangará. Hann lærdi til krambarkall hjá Thomas Dam í Havn frá 1979-82 [...] deild hjá Jungmann við Heykavegin í Havn í 2001, til hann nú læt nýggja handilin [Teir] og [Tara] upp við Staravegin. Í Havn eru tey fýra starvsfólk og hjá Jungmann í Saltangara eru tvey starvsfólk.
400 krónur fyri útreiðslurnar í sambandi við LRSM próvtøkuna . Dávur er fyrsti næmingur úr Føroyum, sum hevur roynt eina so høga yrkisførleika útbúgving, meðan hann gongur í skúla (viðm. hann er student [...] fyri Dáva, eftir at hann sum fyrsti føroyski næmingur vann gullheiðursmerki í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence í 2002. Dávur hevur ein dreym um at gerast yrkis trombonspælari, og hansara næsta [...] sum hann ætlar at fara undir í september 2005. Ongland, USA og Danmark verða roknað sum møgulig lestrarstøð. Dávur er sonur Randi Juul Magnussen og Magnus Paula Magnussen í Hoyvík.
gjørdar í skýlinum í Gundadali, tí undan Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, vóru nógvar ábøtur gjørdar, Millum annað bleiv skýlið tá klætt innan, og harafturat bleiv ein pallur gjørdur, har gjørligt er hjá [...] Menn eru í løtuni við at umvæla gamla áskoðaraskýlið við ovara vøll í Gundadali. Skýlið bleiv bygt, samstundis sum ovari vøllur bleiv gjørdur, og hetta var í 1976. Heðin Mortensen, formaður í mentamálanevndini [...] mentamálanevndini í Tórshavnar Býráð, sigur, at talan er um vanligt, men neyðugt, viðlíkahald, ið skal gerast, áðrenn fótbólturin av álvara kemur í gongd. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at umvælingar verða gjørdar
manningin at spæla í Eclipse og leygarkvøldið verður stórt dansitiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Men áðrenn hann trínur á pallin í hesum báðum dansistøðunum, fer hann at hita upp á Torginum í SMS. Framførslan [...] heimasíðuni hjá SMS, www.sms.fo Tjattið byrjar kl. 18.30 og varar í umleið ein tíma. Annar kemur Gunnar út við fløgu í næstum, og á ferðini í Føroyum verða fleiri av nýggju løgum hansara at hoyra. Hann fer tó [...] Vinnarin av »Stjørna í eitt kvøld« og hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen kemur nú á fyrsta sinni til Føroyar at spæla.Gunnar hevur dugnaligar føroyskar tónleikarar afturat sær, hesir eru Kim Hansen, James
gomul. Hon hevur undirvíst í tekning og máling í Havn og í Kollafirði. Hon hevur eisini undirvíst í Fuglafirði í fleiri ár. Hon hevur havt fleiri framsýningar ymsastaðni í Føroyum. Malan Rubeksen er 34 ár [...] Tórshavn og hevur eisini havt myndir hangandi í Glarsmiðjuni í Havn. Randi og Malan hava havt framsýning á Lobby á Hotel Hafnia og hava nú framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin letur upp fríggjadagin