Gunnar Mikkelsen í SMS

Í dag kl 17 fer Gunnar at spæla á pallinum í SMS, har hann eisini fer at skriva autografar. Kl. 18.30 ber til at tjatta við hann á sms.fo

Vinnarin av »Stjørna í eitt kvøld« og hálvi føroyingurin Gunnar Mikkelsen kemur nú á fyrsta sinni til Føroyar at spæla.Gunnar hevur dugnaligar føroyskar tónleikarar afturat sær, hesir eru Kim Hansen, James Olsen, Jóhannes Á Rógvu Joensen og Jens Marni Hansen.
Fríggjakvøldið fara hann og føroyska manningin at spæla í Eclipse og leygarkvøldið verður stórt dansitiltak í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Men áðrenn hann trínur á pallin í hesum báðum dansistøðunum, fer hann at hita upp á Torginum í SMS. Framførslan í SMS verður fríggjadagin kl. 17.00, og fer hann at framføra nøkur løg "unplugged". Aftaná skrivar hann autografar á pallinum. Og ikki nóg mikið við tí, so ber til hjá øllum føroyingum og útlendigum fyri tann skuld, at tjatta við Gunnar á heimasíðuni hjá SMS, www.sms.fo
Tjattið byrjar kl. 18.30 og varar í umleið ein tíma.
Annar kemur Gunnar út við fløgu í næstum, og á ferðini í Føroyum verða fleiri av nýggju løgum hansara at hoyra. Hann fer tó eisini at framførða kend løg hjá øðrum tónleikarum. Tað er heimskenda plátufelagið Universal ið gevur út fløguna hjá Gunnari.