Konglig vitjan í Suðuroy

Tað er nú greitt, at tey kongligu eisini fara at vitja í Suðuroy, tá ið tey koma til Føroya í summar

Konglig vitjan

Hóast tað ikki enn er likið nógv út um skránna, tá ið kongshúsið kemur til Føroya á vitjan í summar, er tað í øllum førum greitt, at Suðuroyggin stendur á skránni hjá teimum kongligu.
Kongshúskið vitjar í Føroyum í døgunum frá 21.-23. juni í summar og við í ferðini eru bæði Margretha, drottning, Heindrikkur, prinsur, Fríðrikkur, krúnprinsur og Mary, prinsessa.
Á kommunustýrisfundum í Suðuroy eru kommunustýrini kunnað um, at tey kongligu koma til Vágs fyrrapartin 21. juni við kongsskipinum, Dannebrog.
Í Vág skulu tað hava eina málttíð, áðrenn tey koyra norður á Tvøroyri. Á Tvøroyri eta tey døgverða, áðrenn tey fara avstað aftur av Tvøroyri við kongsskipinum.
Bæði í Vági og á Tvøroyri skulu tey hyggja eftir ymsum. Eitt nú er tað greitt, at á Tvøroyri skulu tey vitja í krambúðini hjá Thomsen, sum er gamal, kongligur handil og søguligt pláss yvirhøvur.
Annars er ætlanin at tey skulu vitja víða um landið og tá ið tey koma á Vág við kongsskipinum, verður tað av Sandi, so har vitja tey eisini.