Lokið LRSM prógv í trombon

Dávur Juul Magnussen, 18 ára gamal og úr Havn, hevur lokið LRSM prógv í trombon við framúr úrsliti. Heitið LRSM stendur fyri Licentiate of the Royal Schools of Music og er ein yrkisførleiki, sum vanliga verður rokkin eftir trý ára lesnað á einum bretskum tónlistaháskúla.

Sum viðurkenning fyri hansara góðu evni og hansara arbeiðsinnsats hevur Tórshavnar Musikkskúli valt at lata Dáva fáa ein peningastyrk upp á 4.400 krónur fyri útreiðslurnar í sambandi við LRSM próvtøkuna .

Dávur er fyrsti næmingur úr Føroyum, sum hevur roynt eina so høga yrkisførleika útbúgving, meðan hann gongur í skúla (viðm. hann er studentaskúlanæmingur). Hann er nú skikkaður at undirvísa á einum og hvørjum musikkskúla, um hann ynskir tað.

Dávur hevur spælt trombon í minni enn seks ár, nú hann lýkur hetta prógvið, og tað ger úrslitið so mikið meira merkisvert. Henda próvtøka var eitt náttúrligt framhald fyri Dáva, eftir at hann sum fyrsti føroyski næmingur vann gullheiðursmerki í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence í 2002.

Dávur hevur ein dreym um at gerast yrkis trombonspælari, og hansara næsta stig verður at gera av, hvar hann skal taka hesa útbúgving, sum hann ætlar at fara undir í september 2005. Ongland, USA og Danmark verða roknað sum møgulig lestrarstøð.

Dávur er sonur Randi Juul Magnussen og Magnus Paula Magnussen í Hoyvík.