Fótbóltur
Felagið, sum eftir øllum at døma fær føroyskar eigarar innan alt ov langa tíð, hevur ikki sveimað heilt so nær toppinum av donskum fótbólti seinnu árini. Fyrst og fremst, tí felagið ikki var eitt av teimum, sum av álvara megnaði at fylgja við, tá pengafótbólturin fór at gera um seg í Danmark.
Við djúpum rótfesti í arbeiðararørsluni var pengafótbóltur heldur ikki tann vegurin, sum var mest náttúrligur at fara, og tí hevur felagið livað eina rættiliga friðarliga tilveru seinnu árini. Størsta fokusið hevur tí helst verið frá »Smeden«, sum er eitt av heldur skemtiligu ískoytunum hjá danska Tipsblaðnum. Vinurin hjá Tavse Tipper Thomsen fylgir væl við, og kenslur hansara eftir tap ella sigur hjá felagnum á Amager verða aloftast listarliga lýstar í førstu klummuni.
Og hartil hevur felagið eisini fingið nakað av umrøðu í Føroyum. Tríggir føroyskir landsliðsspælarar hava seinnu árini gjørt um seg í felagnum. Andrew av Fløtum hevur verið at kalla fastur fúsur í álopinum hesa tíðina, men hartil hava Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør eisini roynt seg í Sundby Idrætspark, har felagið spælir sínar heimadystir.