Høgni í Stórustovu hevur tikið við sum nýggjur formaður í Ferðslutrygd eftir at Rúna Sivertsen, sum hevur verið formaður síðan apríl 2003, hevur sagt seg úr hesum álitissessi.
Høgni hevur verið nevndarlimur í Ferðslutrygd síðan 2000 og næstformaður síðan apríl í ár.
Undir móttøkuni á Hotel Hafnia segði Rúna Sivertsen, at tað var ikki nøkur løtt avgerð hjá sær at taka at fara frá sum formaður í Ferðslutrygd, tí ferðslutrygd var hennara hjartamál. Hon var heilt trygg við at Høgni í Stórustovu hevur loyst hana av í hesum týðandi starvi, og vónaði hon, at vit skjótt fáa eina landsvirkisætlan viðvíkjandi ferðslutrygdini í Føroyum.
Síðan segði nýggi formaðurin, Høgni í Stórustovu, nøkur orð og takkaði Rúnu fyri gott samstarv og tað arbeiði hon hevði gjørt ferðslutrygdini til frama. Sama gjørdu Jón Kragesteen, dagligur leiðari á Ferðslutrygd og Jákup N. Olsen, nevndarlimur í Ferðslutrygd.
Mynd:
Høgni í Stórustovu (h.m.) hevur tikið við sum formaður í Ferðslutrygd eftir Rúnu Sivertsen, sum hevur sitið í hesum álitissessi síðan apríl 2003
Mynd: Magnus Gunnarsson