til, samstundis sum onkur fellur frá, minkar fólkatalið. Jóanis Lisberg ásannar, at tað vísir seg at vera ógvuliga trupult at fáa fólkatalið í bygdini at veksa – fyri ikki at siga, at tað er heilt ómøguligt [...] hevur sitið sum borgarstjóri. - Øll vita eisini, at tað næstan er ómøguligt at seta føtur undir egið borð á bygd. Tað er kostnaðarmikið at byggja, og tað er ógvuliga trupult – fyri ikki at siga ómøguligt [...] hann, at hann hevur einki lovað. Men, so tekur hann afturíaftur og sigur, at tað er ikki heilt rætt kortini. - Jú, eg lovaði mínum veljarum, at eg fór at stríðast alt tað, eg eri mentur fyri, at vit skulu
heldur, at var tað so, at onkur tjenti uppá bíliga fiskin, hevði hetta komið onkrum til góðar. - Men tá ið bankastjórin sigur, at tað gongur illa hjá bæði partrolarunum og virkjunum, er lítið sum bendir [...] bendir á, at nakar peningur er at tjena hjá teimum heldur. Jákup vísir á, at nakrir partrolarar hava roynt at fingið hvítan fisk í veiðini, men hann heldur, at trolararnir hava fingið minni av hesum fski í [...] sigur tó, at toskurin, sum stundum hevur verið uppi í veiðini hjá partrolarunum, hevur verið við til at økt um prísgrundarlagið, men hetta hevur ikki verið nóg mikið til, at partrolararnir sum heild hava
Onkur vildi kanska hildið, at nú mátti verið umráðandi hjá kollfirðingum at hildið fokus, og at nú teir vita, at teir eru í FM-finaluni, mátti allur denturin verið lagdur á fyrireikingarnar til hana. Men [...] kollfirðingum, Hans Eli Sigurbjørnsson, ið plagar at roynast væl, fekk hesaferð bara fýra mál. So skal eisini sigast, at hjá StÍF var Sveinur Justinussen við aftur, eftir at hava sitið uttanfyri í hálvanannan [...] sjálvsagt hava teir í KÍF ikki valt at sæð upp á tað, tí tá liðið í gjár vitjaði StÍF á Skála, var tað uttan spælarar sum Andrias Nielsen, Nicklas Selvig og Ása Dam á vøllinum. At teir báðir fyrrnevndu ikki vóru
vera nær við, at fimm sekund vóru liðin, frá tí at fríkasti varð tikið, til roynt varð at skjóta. Gullvónin brostin Fyri strandingar hevur tapið við sær, at teir hava mist møguleikan fyri at endurvinna FM-heitið [...] sjálvsagt um at vinna dystin. Krøvini vóru kanska harðast hjá strandingum, tí meðan neistamenninir kundu tola at tapa dystin, so vóru teir á heimaliðnum fullgreðir um, at eitt tap hevði við sær, at FM-dysturin [...] men sunnudagin varð hann mansvardur so at siga allan dystin, og hetta viðførdi eisini, at hann ongantíð kom rættuliga inn í dystin. Annars var tað Neistin, sum byrjaði dystin betur, men tá einir 20 minuttir
VÍF. At liðskipararnir høvdu grein í sínum máli, er lítið at ivast í, og finaludysturin leygardagin man verða eitt gott prógv um hetta. Tað var nevnliga so, at vestmenningar vóru so mikið óhepnir, at ein [...] roynt at fáa Inga kláran aftur, so var einki at gera, tí Ingi hevði onga føling í høgra armi. Missurin av Inga var ein dyggur smeitur fyri vestmenningar, sum ongantíð fingu álopsspælið hjá sær at koyra [...] verður í huga, at bakkarnir hjá StÍF eita ávíkavist Sveinur og Leivur Justinussen, so vita tey flestu, at fáa teir pláss og tíð at skjóta, so situr bólturin í allarflestu førum í netinum. Sum áðurnevnt var
Steypafinalan nærkast, og tað plagar at bera við sær, at StÍF skal til Havnar. Tað eru menninir eisini væl ávegis at gera, og í so máta er alt, soleiðis sum tað plagar at vera. Hjá kvinnunum hevur ofta [...] allal tíðina StÍF, sum hevði munin. Tær vunnu sær alt fyri eitt eina trivaliga leiðslu, og so var bara at halda fast um hesa tað, sum eftir var av dystinum. Tað var tó um reppið, at Tjaldur fekk fatur [...] vil við øðrum orðum siga, at StÍF nú er mest sum komið upp á turt í stríðnum um framhaldandi sess í deildini. Tað er Tjaldur hinvegin ikki. Skulu tær megna hetta, so er kravið nú, at í tær í minsta lagi
upplagt og sjálvsagt, at skúlin eigur at fáa fíggjarligar møguleikar fyri at bjóða arbeiðsmarknaðarútbúgvingar sum endurbúgvingartilboð. Verður hetta ikki gjørt, so dugi eg ikki at síggja, hvussu man annars [...] endurbúgving , sum t.d. við at havt styrkt ALV-skúlan og givið honum møguleikar fyri at økt um tilboðini um endurbúgving, metir Hans Pauli Strøm. Ongan góðan Hans Pauli metir, at tað tykist, sum eigur skúlin [...] líkjast mest eini herferð, íð miðjar eftir at taka beinini undan einum góðum og vælvirkandi skúla, sum ongan góðan tykist at eiga. Tað mest harmiliga er, at alt tað innihaldsliga í skúlanum, alt hansara
Føroyar styrkismettar sum nr. 71, meðan Sýrialand varð styrkismett sum nr. 86. Harvið eigur tað at vera møguleiki fyri, at Føroyar í síðsta umfarinum kunnu lyfta seg upp um tað, sum frammanundan varð roknað [...] stigatalið í hvørjum einstøkum talvi – sum nú so at siga verður roknað sum málúrtøka – hevur verið uppgerðin. Málið hjá føroyska liðnum hevur allar ferðirnar verið at røkka 50 prosentum í úrtøku. Um roknað verður [...] vunnin 18,5 stig, sum er hálvt annaðstig undir 50 prosentum. Um tað vignast væl í morgin, og Føroyar vinna stórt, so er møguleiki at røkka stigatalinum, ið plagar at verða roknað sum góðtikið úrslit. Tað
!) sum at lesa tey, ið eru av somu áskoðan, sum ein sjálvur. Á Fjesbókini havi eg lisið onkran sum sigur, at politiska hugsjónarloysi og naggatóndmentaliteturin, kann vera ein høvusorsøk til at ungfólk [...] Føroya løgmaður! Sum eygleiðari í fjarstøðu ber ikki til hjá mær, at siga at heitið »Mister Naggatódn« er hóskandi fyri Føroya løgmann, men eg kann bara viðmerkja, at um tað er soleiðis føroyski [...] tað, sum gongur fyri seg á manna munni – og vit, sum ikki vita, hvat ið gongur fyri seg á manna munni, hava tí ongan møguleika fyri at fylgja við í orðaskiftinum. Hettar verður ikki sagt sum ein umbering
var onkur, sum ringdi og segði, at tey hildu seg síggja ein mann við einari byrsu í einum bili, sum minti um ein traktor. Hetta var sambært løgregluni á havnalagnum á Toftum. - Vit fóru á staðið at kanna [...] kanna málið, men her var einki at stúra fyri. Tað vísti seg, at talan var um ein mann, sum sat við einari luftbyrsu. Sambært løgregluni segði maðurin, at hann royndi at styggja likkur burtur úr økinum. - [...] - Her var einki ólógligt, og maðurin hevði heldur ikki skotið nakra likku, visti vaktleiðarin at siga í morgun.