Fiskivinna
Sjálvt um vit føroyingar hava eitt eintáttað vinnulív, har fiskur er høvuðsvøran og útflutningurin, er fiski-og alivinnan eitt umfatandi øki. Gongur væl í einum parti av vinnuni, kann saktans ganga illa í einum øðrum parti. Tað sama kenna vit úr øðrum londum. Rækjufiskiskapurin kann vera góður í Grønlandi ella Kanada, tá ið toskastovnurin er lítil ? og øvut. Sama kann vera galdandi við lodnu og toski í eitt nú Barentshavinum.
Í SvF týskvøldið segði Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, at gongdin hjá eitt nú partrolarunum og fiskavirkjunum í ár hevur verið heldur vánalig. Sama segði hann um gongdina í alivinnuni og rækjuflotanum.
Samdur
Formaðurin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, sigur seg als ikki vera ósamdan við bankastjóran um, at gongdin í ár hjá eitt nú partrolarunum hevur verið vánalig.
- Skipini hava fingið nógvan upsa, men prísirnir hava verið so ómetaliga vánaligir. Nú í heyst kvinkaðu teir eitt sindur uppeftir aftur, soleiðis at upsaprísurin í dag kanska er eina krónu hægri í miðal, enn tá ið hann var lægstur fyrr í summar.
Jákup vísir á, at prísirnir á hýsu hava eisini verið óvanliga vánaligir, og tað er enntá so galið, at tað nóg illa slepst av við hýsuna.
- Men eitt er, at prísirnir á upsa og hýsu eru so vánaligir. Annað er, at virkini eftir øllum at døma heldur einki fáa burtur úr bíliga fiskinum ? og tá er ikki so væl vorðið.
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur, at var tað so, at onkur tjenti uppá bíliga fiskin, hevði hetta komið onkrum til góðar.
- Men tá ið bankastjórin sigur, at tað gongur illa hjá bæði partrolarunum og virkjunum, er lítið sum bendir á, at nakar peningur er at tjena hjá teimum heldur.
Jákup vísir á, at nakrir partrolarar hava roynt at fingið hvítan fisk í veiðini, men hann heldur, at trolararnir hava fingið minni av hesum fski í seinastuni.
- Hýsan kemur eisini undir heitið, hvítur fiskur, og tá ið hon hevur so vánaligan prís, gevur hon ikki tað stóra íkastið heldur.
Jákup sigur tó, at toskurin, sum stundum hevur verið uppi í veiðini hjá partrolarunum, hevur verið við til at økt um prísgrundarlagið, men hetta hevur ikki verið nóg mikið til, at partrolararnir sum heild hava havt eitt líkinda ár í ár.
Hann sigur annars, at tað gekk rímiliga væl hjá partrolarunum, til upsaprísurin fór at fella so nógv, sum hann gjørdi ? og er ikki nærtil komin uppaftur á eitt líkinda støði enn.
Gott ár
Formaðurin í reiðarafelagnum fegnast annars um, at eitt nú stállínuskipini hava havt eitt fram úr got ár í ár.
- Ja, eg haldi, eg tori at siga, at hetta verður eitt metár hjá hesum partinum av flotanum.
Sosialurin hevur frætt, at manningarhýrurnar umborð á tí eina línubátinum í ár helst fara at liggja rundan um tær 700.000 krónurnar, tá ið árið er úti.
Hjá fleiri skipum hava dagarnir, skipini áttu á Føroya Banka, verið eitt ótrúligt íkast. Fiskiskapurin á Bankanum hevur verið góður, og prísirnir á toskinum haðani hava verið rættiliga høgir.
Sosialurin fer í einum øðrum blaði at venda aftur til gongdina hjá stállínuflotanum í ár.