Styrkismetingin passar heilt væl

Eftir stórsigur á Libanon hevur føroyska talvlandsliðið møguleika fyri í síðsta umfari, sum verður í morgin, at lyfta seg upp um plássið, sum Føroyar undan kappingini vórðu styrkismettar at enda á

Nú fer rættiliga at líða í OL kappingini í talvi á hesum sinni. Í dag er frídagur, og fyrrapartin í morgin verður 11. og síðsta umfar á skránni. Føroyingar skulu fyrrapartin í morgin – fyrstu leikirnir verða longu klokkan níggju! - telva ímóti Sýrialandi. Undan finalu umfarinum eru Føroyar á 73. Plássi, og Sýrialand er á 72. Plássi.

Undan kappingini vórðu Føroyar styrkismettar sum nr. 71, meðan Sýrialand varð styrkismett sum nr. 86. Harvið eigur tað at vera møguleiki fyri, at Føroyar í síðsta umfarinum kunnu lyfta seg upp um tað, sum frammanundan varð roknað við. Men tað valdast sjálvandi, hvussu úrslitið verður í morgin.

Seinastu dagarnar hava avrikini verið eitt sindur upp og niður. Ímóti Kolumbia løgdu okkara menn rygg til stórtap 0,5 – 3,5. Hetta var ikki øðrvísi, enn tað hevur verið, tá ið Kolumbia áður hevur verið mótstøðuliðið. Tá hava Føroyar ongantíð fingið meiri enn eitt stig.

At tað ikki eydnaðist at vinna ella í hvussu so er at røkka javnleiki ímóti Qatar var vónbrot, tí ímóti oljustatinum vóru hagtølini á okkara síðu.


Stórsigur

Eftir hesi úrslitini var tað hugaligt, at føroyska liðið so dyggiliga reisti seg í gjár, tá ið mótstøðan kom úr Libanon. Føroyar vunnu 3,5 – 0,5. Á fínu heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya greiðir Jógvan Joensen soleiðis frá:

Helgi Dam Ziska fekk rættiliga tíðliga í talvinum fyrimun, tá Eid Fadi forroknaði seg í ólukkumát. Helgi telvdi síðani sigurin trygt til høldar.

Heini Olsen fekk somuleiðis greiðan fyrimun í tíðarneyðini, tá komið varð út í endaspælið. Hevði ivaleyst fyrimun, men Faisal avgjørdi talvið skjótari enn neyðugt varð, tá hann misti býtismun.

Dagsins undirhald stóð Mr. OL - John Rødgaard - fyri. Øgilig togan í miðspælinum, har tað kanska sá út til at John var nakað kroystur. Men tá fólkið varð býtt upp gjørdist støðan góð hjá John og hann fór eftir sigrinum við einari vakrari kombinatión, har hann lat rók fyri riddara og endaði við at hava heili 3 finnur fyri býtismunin. Somoff vildi treyðugt góðtaka ósigurin og stríddist í langa tíð í einari vónleysari støðu, uppí móti teim 100 leikunum, har John tó ikki lat iva verða um úrslitið, hóast lítil og ongin tíð var eftir.

Talvið hjá Martini Poulsen endaði javnt við leikendurtøku - var helst ikki meir at fara eftir.


Misjøvn úrtøka

Sum vit áður hava sagt, so verður gjørt øðrvísi upp hesa ferð, enn tað hevur verið tær átjan ferðirnar frammanundan, sum Føroyar hava luttikið í OL í talvi. Nú verður – sum eitt nú í fótbólti – gjørt upp fyri vunnar, javnar og taptar dystir. Tvey stig verða latin fyri at vinna og eitt fyri javnleik. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at samlaða stigatalið í hvørjum einstøkum talvi – sum nú so at siga verður roknað sum málúrtøka – hevur verið uppgerðin.

Málið hjá føroyska liðnum hevur allar ferðirnar verið at røkka 50 prosentum í úrtøku. Um roknað verður út frá tí uppgerðini, so er úrtøkan undan síðsta umfarinum eitt sindur lakari, enn vónirnar altíð hava verið. Burturúr 40 talvum eru vunnin 18,5 stig, sum er hálvt annaðstig undir 50 prosentum.

Um tað vignast væl í morgin, og Føroyar vinna stórt, so er møguleiki at røkka stigatalinum, ið plagar at verða roknað sum góðtikið úrslit.

Tað er bara ein av teimum fimm føroysku umboðunum í Dresden, sum hevur rokkið meiri enn 50 prosentum. Talan er um Jóan Hendrik Andreasen. Hann hevur verið við í átta dystum, og burtur úr teimum hevur hann vunnið 4,5 stig.

Martin Poulsen hevur vunnið helmingin av stigunum, sum hann hevur kappast um. Martin hevur telvað sjey talv, og úrtøkan hevur verið 3,5 stig. Heini Olsen hevur vunnið 4,0 stig burtur úr níggju talvum, og Helgi Dam Ziska hevur vunnið 3,5 stig burtur úr átta talvum.

Superveteranurin John Rødgaard hevur vunnið 3,0 stig burtur úr átta talvum. Fyrra partin av kappingini hilnaðist tað ikki væl hjá John. Men eftir at hann hevði hvílt seg í tveir dagar, tykist hann rættiliga at vera komin fyri seg. Burturúr trimum teimum seinastu umførunum hevur John vunnið tvey stig – tvær ferðir remis og so sigur í gjár á Libanon.