eina útbjóðing um somu tíð sum vit leggja seinastu hond á marknatrætuna. Hóast vit ikki eiga at skunda nakra oljuleiting ígjøgnum, so er eisini greitt, at oljufeløgini, sum longu hava brúkt nógva tíð og [...] uttanlandsskuldin, sum hava tørv á eini loysn eftir valið í næstum. Eitt annað stórmál, sum hevur verið tagt burtur nú í eina tíð, er marknatrætan við bretar. HETTA er eitt eins týðandi stórmál sum bæði bankamálið [...] umrøddu málunum kann eisini sigast um marknatrætuna við bretar, at nú hon hevur vart so leingi, hevur tað ikki skund at fáa eina avgerð her og nú undan valinum. Tá kunnu vit eisini bíða í nakrar vikur og
eina kanning, sum bert byggir á lutfalsliga lítið tal av veljarunum. Tá vit hava donsku veljarakanningarnar fyri fólkatignsvalið í huganum, so eiga vit bara at brúka slíkar kanningar sum vegleiðandi. Men [...] álvarslig og greið ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til. TAÐ ringasta, sum kann henda í føroyskum politikki - sum kann henda føroyska samfelagnum og føroyska borgaranum - er [...] møguliga fer at standa fyri landsins leiðslu. Skal tann flokkurin, sum við høvuðstalsmanni sínum, Óla Breckmann, hevur traðkað niður á øll, sum ikki eru rætttrúgvandi fólkafloksfólk, nú fáa litið upp í hendi
ráðnum men eisini hjá Føroya landsstýri og entá Amnesty. Tí einki siviliserað land - og tað mugu vit ganga út frá, at Frakland er - hevur loyvi til at halda fólk sum fanga á henda hátt. VIT kenna ikki [...] kenna seg sum ringastu brotsmenn, soleiðis fronsku myndugleikarnir bera seg at. VIT kunnu sjálvandi ikki siga nakað um, hví hetta hendir, men tað má vera ein mannarættur í ár 1998 at verða virdur sum fólk og [...] og ikki sum brotsmenn, áðrenn nøkur rættarsak hevur verið. Tað virkar sum um at menninir eru dømdir uppá forhond. VIT vilja við hesum harðliga átala framferðina hjá fronsku myndugleikunum og heita á danska
tað var kanska eisini júst ein av orsøkunum til, at tað eydnaðist tjóðveldisflokkinum til síðsta val at sleppa undan at verða skýrdur sum flokkurin, ið vildi koyra landið út av tromini. Sum so má ein siga [...] javnaðarflokkin við uppá ráð - ikki bert í einum aðalorðaskifti - men eisini longu nú fyrireikingarnar verða gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga [...] til tað aðalorðaskifti, sum Høgni Hoydal nú leggur upp til. Hvussu sjálvstýrispolitikkurin hjá javnaðarflokkinum enn kemur at síggja út í smálutum, so eigur flokkurin at hava sum stevnu - ikki at vera ímóti
millum londini. Hann vónar, at vit fáa eitt aðalorðaskifti um spurningin helst so tíðliga í tingsetuni sum gjørligt. Allur hesin spurningurin er so álvarssamur og umfatandi, at vit eiga ikki bert at fáa eitt [...] nettup tí vit her tosa um framtíðina hjá ikki bert okkum í dag men eisini hjá komandi ættarliðum er tað so ómetaliga týdningarmikið, at komandi avgerðir verða bygdar at trygga og haldgóða grund. Vit byggja [...] vera partur av spektrinum, men latið tey fylla sum minst. Tað eru tey, sum liggja millum hesar mótpolarnar, ið eiga at leggja til rættis útviklingin.Vit hava sagt tað áður og siga tað aftur. Nettup út
ímóti sama. Hetta er trupulleikin, sum ikki bara ÓB hevur fingið, hetta er trupulleikin, sum fólkaflokkurin við m.a. ÓB á odda hevur fingið.Tí hvussu kann sami ÓB, sum gevur sær æruna av, at avtalan fekst [...] hjá teimum konservativu og teimum borgarligu sum heild, Óli Breckmann fekk sostatt ikki sínar egnu flokskammeratar á Christiansborg at atkvøða fyri avtaluni, sum hannsjálvur hevur brúkt nógva orku at rósa [...] javnaðarfloksins hevur - hóast húðflettur og niðurgjørdur av mongum - víst seg sum ein mann, tá hann tordi at standa við sítt. Vit ivast heldur onga løtu í, at ein av orsøkunum til góðu avtaluna við danir er
viðgerð, halda vit eisini spurningin um, hvat vit vilja vit tí føroyska samfelagnum hava stóran týdning. Hvussu vilja vit, at hetta samfelagið skal varðveitast og mennast? Her hugsa vit serstakliga um [...] gongd, sum vit einki kunnu og skulu gera nakað við fyri at steðga, ella eiga vit miðvíst frá politiskari síðu at stinga út í kortið ein nýggjan bygdamenningarpolitikk, sum skal síggjast aftur, tá vit fara [...] Spurningurin er nú, hvussu vit koma víðari tvs. hvønn politikk Føroyar skulu reka, nú vit fara inn í eina nýggja øld og somuleiðis inn í eitt nýtt tíðarskeið við einum landsstýri, sum vil loysa frá Danmark
landsstýrið eru tó ikki í iva um, at avtalan er góð øll sum hon er. Víst verður serliga til samlaðu upphæddina, sum vit fingu avskrivaða og hana, sum er fryst niður. Løgmaður hevur gjørt greitt, at tað hevur [...] orðaskifti, tí hon heldur tað eigur at fara fram í Føroyum fyrst, so hava vit longu fingið nøkur signal úr Danmark, sum vit so kunnu týða sum okkum lystir. M.a. hevur nýggi ferðslumálaráðharrin gjørt greitt, at [...] ta viðgerð og rúmd, sum til ber. Eftir okkara tykki er hetta meira umráðandi enn nakrantíð áður, nú vit skulu hava fólkaatkvøður um mál, sum snúgva seg um okkara felags framtíð. Vit eru ikki von at hava
minst føroyingum, men tað kann so eisini vera við til at geva umboðum úr hinum Norðurlondunum ein nýggjan íblastur til økt norrønt samstarv. Tí hóast vit eru fá, so halda vit avgjørt, at Føroyar og føroyingar [...] meira á sjálvstýrisleið. Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri hinum Norðurlondunum, ikki minst fyri gjøgnum tey at kunna gloppa dyrnar inn í ES og síggja hvat har gongur fyri seg. VIT hava so Norðurlandahúsið [...] í Føroyum. Talan er um tær ymsu nevndirnar í ráðnum, sum hava fundir komandi dagarnar. Hetta er helst størsta politiska tiltak í norðurlandahøpi, sum hevur verið í Føroyum. Tað er at fegnast um, at slíkir
økjum sum eitt nú innan mentan og vinnulív annars. TAÐ hevur einki við at vera negativur móti dønum ella at undirmeta sambandið millum Føroyar og Danmark, tá vit siga, at vit føroyingar hava eisini brúk [...] eygu og oyru okkara upp fyri einum øðrum parti av heiminum enn tann, sum vit eru so von við, nevniliga Danmark og Norðurlond annars. VIT hava bara gott av at víðka sjónarringin, og tá hugsað verður um mø [...] spurning. TAÐ var undanfarna landsstýrið við sjálvstýrisflokkinum á odda, sum avreiddi okkum Skotlandssiglingina. At hetta so eisini hóvaði hinum flokkunum í Tinganesi væl er so sigur heldur ikki so lítið