kappingina um besta alitoskin í Noregi, og tað eru vit sera errin av, endurtekur hann. Tey, sum mettu um dygdina, hugdu at liti, kjøti, lukti, konsistensi, smakki og saftigheit í fiskinum. Tað er fiskeribladet [...] Steinar Eliasen er errin av, at fyritøkan hjá honum hevur vunnið heiðurin at hava besta alitoskin í Noregi - Vit eru sera væl nøgd. Eg gevi Lofilab, sum hevur latið yngulin og Storfjord, sum hevur alt [...] fiskeribladet.no sum ber hesi tíðindi.
soleiðis einar seks útkallingar av sjúkrabili í gjár, og her var talan um sjúkraflutning, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun. Sagt verður, at í slíkum føri kann talan vera um ymiskar hendingar [...] Tað er javnan, at vit hoyra lúður ella síggja blunkandi ljós í havnargøtum og aðrastaðni, og í slíkum føri er vanligt, at miðlar venda sær til løgregluna og spyrja, hvat er á vási. Talan kann vera um [...] illa fyri við hús, ella at talan er um arbeiðsóhapp. Í flestu førum, tá slíkar útkallingar eru, er talan um vanligan sjúkraflutning, sum ikki eru tíðindi til miðlarnar. - Eg vil meta, at vit hava nakrar túsund
neyðugt er at varpa ljós á hetta, metir Ovi Brim. Øll samrøðan kann lesast í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, ið er borið í hvørt hús í Føroyum. [...] Ove Brim, prestur, heldur ólavsøkuprædikuna 2023. Í Ólavsøkublaðnum er samrøða við Ova Brim. Har stendur m.a. at lesa: -Tað er komið fyri, at tann sum hevur prædikað á ólavsøku, er komin við viðmerking [...] kann mann saktans! Men høvuðendamálið er ikki, at allar Føroyar eru á gosi eftir ólavsøku 2023, sigur Ovi Brim, sum í skrivandi stund ikki er liðugur við prædikuna. Honum dámar ikki so væl orðini at savna
fáa innlit í avtaluna. Tí var tað fjølmilaetiskt av allari leið, at útvarpsmaðurin læt Ingeborg koma so mikið til orðanna um eina avtalu, hon ikki er partur í og ikki hevur fingið innlit í. Føroya Lærarafelag [...] Í Útvarpið Føroya mánakvøldið 13. juli vóru borin margháttlig tíðindi um nýggja sáttmálan og høvuðsavtaluna, sum Føroya Lærarafelag júst hevur gjørt fyri sáttmálasettu lærararnar (t.e. teir lærarar, sum [...] sum áður vórðu nevndir »vikarar« og »tímalærarar«). Tað margháttliga í hesum tíðindaflutningi á hásumri í Útvarpi Føroya var, at formaður Føroya Arbeiðarafelgs, Ingeborg Vinther, verður spurd um hesa nýggju
fyrsta í ár...........,av Vegnum Langa í Sundsvegin í samband við ætlaðu vegagerina tvørturum Berjabrekku og yvir í Vill-ingardalsvegin, og frá Sundsvegnum og í Ringvegin." Vit, sum dagliga ferðast í hesum [...] ásanna,og gleðast um at rundkoyringin, sum í dag bindur Eystara- og Norðara Ringveg í R. C. Effersøes gøtu hevur gjørt tað til eitt spæl at ferðast í akfari á hesum í mong ár ófantaliga trupla ferðslu-øki. [...] Í bløðunum hava vit lisið ymist um nýggjan innkoyringarveg til Havnina. Í Dimmu 01-10-03 boðar Bjarni Djurholm m.a. frá, at fyrsta stig av hesi vegagerð er boðið út í almennari lisitatión, og nevnir somuleiðis
Muammar Gaddafi, í høvuðsstaðnum Tripoli. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP er bygningurin fullkomiliga lagdur í oyði. Í gjárkvøldið bóru tíðindastovurnar tíðindi um ógvusligar spreingingar í Tripoli, og at [...] at fleiri spreingingar vóru, har sum Gaddafi hevði sína hernaðarligu høvuðsstøð. Libyska stýrið er í øðini um álopið. -Hetta er eitt ómenniskjaligt bumbuálop, sum kundi kravt fleiri hundrað sivil mannalív
Eini gomul hús í Sumba brunnu í grund seinnapartin hósdagin. Ein eldri kona búði einsamøll í húsunum og sum skilst, so hevði hon kykað í kolkomfýrinum. Boð komu ikki fram Fólk hava havt á lofti, at long [...] fatur ikki fæst á í undanfarnu støðum. Ringt verður til allar í senn og boðini síðani givin og so játta menn móttøkuna av boðunum. Verri enn nakrantíð Guðmund Jacobsen, sløkkiliðsleiðari í Vági, váttar hesi [...] eftir øllum at døma gekk heldur striltið við samskiftinum við alarmsentralin í Havn. - Fartelefonin ringdi 3 ferðir, men eingin var í hinum endanum. Eg fór so til eina telefon á arbeiðsplássinum, har ringdi
ánum er økt nógv í 2022. Útlánsvøksturin var 7,1% hjá føroysku bankunum til húsarhaldini í mars 2023 roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Les meir í frágreiðing landsbankans [...] til føroyingar eru minkaði við góðum 100 mió. kr. hetta seinasta árið; í mars 2022 vóru tey 3,9 mia. kr. tilsamans og í mars 2023 vóru tey 3,8 mia. kr. Samstundis er útlánini frá føroysku bankunum til [...] til húsarhald vaksin við góðum 700 mió. kr., frá at vera 8,9 mia. kr. í mars 2022 til 9,6 mia. kr. í mars 2023. Ein orsøk kann vera, at føroysku húsarhaldini velja føroysk bústaðarlán framum donsk realkredittlán
maimánað, skrivar Hagstovan. El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísurin er sostatt hægri í mai í 2024 enn hann var sama mánað í fjør. Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er [...] Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir góð níggju prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya. – Tað er dýrari at læna pening til húsakeyp [...] ar hjá húsarhaldunum eru øktar nógv seinasta árið. Rentuútreiðslurnar eru í miðal hækkaðar 28 prosent frá mai í 2023 til mai í 2024. Evropeiski miðbankin og danski Tjóðbankin hava fyri fyrstu ferð síðani
Myndugleikarnir í Sýrialandi hava játtað at lata eftirlitsmenn hjá altjóða kjarnorkustovninum IAEA koma til landið at kanna tíðindi um, at sýrar vóru í ferð við at byggja eina kjarnorkustøð, men at ísraelsk [...] ísraelsk flogfør bumbaðu hana í septembur í fjør. USA hevur lagt Norðurkorea undir at hava hjálpt Sýrialandi við neyðugari tøkni til kjarnorkuframleiðslu. Tað hava sýrialendingar avsannað, og teir hava eisini [...] bygdur til kjarnorkuframleiðslu. Stjórin í IAEA, Mohamed ElBaradei, hevur funnist at Ísrael, tí landið bumbaði bygningin, áðrenn eftirlitsmenn kundu kanna, um hald var í skuldsetingunum.