IAEA til Sýrialands

Myndugleikarnir í Sýrialandi hava játtað at lata eftirlitsmenn hjá altjóða kjarnorkustovninum IAEA koma til landið at kanna tíðindi um, at sýrar vóru í ferð við at byggja eina kjarnorkustøð, men at ísraelsk flogfør bumbaðu hana í septembur í fjør. USA hevur lagt Norðurkorea undir at hava hjálpt Sýrialandi við neyðugari tøkni til kjarnorkuframleiðslu. Tað hava sýrialendingar avsannað, og teir hava eisini avsannað, at bygningurin, sum ísraelsmenn bumbaðu, var bygdur til kjarnorkuframleiðslu. Stjórin í IAEA, Mohamed ElBaradei, hevur funnist at Ísrael, tí landið bumbaði bygningin, áðrenn eftirlitsmenn kundu kanna, um hald var í skuldsetingunum.