Høvdu besta alda toskin

Steinar Eliasen er errin av, at fyritøkan hjá honum hevur vunnið heiðurin at hava besta alitoskin í Noregi - Vit eru sera væl nøgd. Eg gevi Lofilab, sum hevur latið yngulin og Storfjord, sum hevur alt fiskin, alla æruna fyri heiðurin.

Steinar Eliasen sigur, at felag hansara vann heiðurin fyri besta toskin við 153 stigum móti teimum 119, sum felagið á øðrum plássi fekk.

- Vit hava vunnið kappingina um besta alitoskin í Noregi, og tað eru vit sera errin av, endurtekur hann.

Tey, sum mettu um dygdina, hugdu at liti, kjøti, lukti, konsistensi, smakki og saftigheit í fiskinum.

Tað er fiskeribladet.no sum ber hesi tíðindi.