Høvdu einar seks útkallingar av sjúkrabili í gjár

- Men, her var talan um vanligan sjúkraflutning, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

 

Tað er javnan, at vit hoyra lúður ella síggja blunkandi ljós í havnargøtum og aðrastaðni, og í slíkum føri er vanligt, at miðlar venda sær til løgregluna og spyrja, hvat er á vási. 

 

Talan kann vera um ferðsluóhapp, eld ella vanligan sjúkraflutning, og rættiliga ofta er talan um hetta seinasta, sum oftast ikki hevur almennan áhuga, sum vit plaga at siga.

 

- Vit høvdu soleiðis einar seks útkallingar av sjúkrabili í gjár, og her var talan um sjúkraflutning, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

 

Sagt verður, at í slíkum føri kann talan vera um ymiskar hendingar - at onkur er vorðin illa fyri á ellisheimi, onkur er komin illa fyri við hús, ella at talan er um arbeiðsóhapp.

 

Í flestu førum, tá slíkar útkallingar eru, er talan um vanligan sjúkraflutning, sum ikki eru tíðindi til miðlarnar.

 

- Eg vil meta, at vit hava nakrar túsund slíkar útkallingar um árið, kanska einar 5000 til 6000, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.