Ove Brim, prestur, heldur ólavsøkuprædikuna 2023.
Í Ólavsøkublaðnum er samrøða við Ova Brim. Har stendur m.a. at lesa:
-Tað er komið fyri, at tann sum hevur prædikað á ólavsøku, er komin við viðmerking um aktualitetin ella um politikk. Og tað kann mann saktans! Men høvuðendamálið er ikki, at allar Føroyar eru á gosi eftir ólavsøku 2023, sigur Ovi Brim, sum í skrivandi stund ikki er liðugur við prædikuna.
Honum dámar ikki so væl orðini at savna ella spjaða, sum onkur prestur áður hevur nýtt.
-At ein viðmerking kann koma fyri, mugu fólk tola, og tað er mennandi og dannandi at lurta hvør eftir øðrum. At fólk, eisini eg sjálvur, eru smásár, kann koma fyri. Men tað hevur týdning at hoyra og tola aðrar meiningar. Høvuðsendamálið er tó altíð at boða evangeliið, sigur Ovi Brim.
Fólkakirkjan tosar ikki við einari rødd
Hvussu heldur tú føroyska fólkakirkjan hevur tað?
-Hetta er sera stórur spurningur at svara uppá. Hinvegin er tað ikki nakar loynidómur, at ikki øll eru samd um alt, sigur Ovi Brim.
-Føroyska fólkakirkjan tosar ikki við einari rødd. Vit mugu ikki fyrigykla okkum, at øll eru samd um alt. Hinvegin er grundarlagið sterkt, og kirkjan stendur á góðari grund. Hetta hava vit, kirkjan og eg, ikki verið nóg dugnalig at boða fyri fólki: Hetta, at fáa fólk at skilja, at kirkjan er neyðug, og at tað er neyðugt at kenna Jesus, og at neyðugt er at varpa ljós á hetta, metir Ovi Brim.
Øll samrøðan kann lesast í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, ið er borið í hvørt hús í Føroyum.