seinasti fyrilesturin í røðini ?Modernaðir teoretikarar? sum Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag hava skipað fyri í vár, verður týskvøldið 26. mai kl. 20.00 í Ovastovu í Nóatúni Jonathan Schwartz [...] og búskap í modernaðum tíðum. Jonathan Schwartz, Ph.D, er nýligani farin frá sum lektari á Institut for Antropologi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann er úr Seattle í USA, men hevur búð í Danmark síðan [...] hevur skrivað fleiri bøkur og er sera virkin í samfelagskjakinum í Danmark. Gransking hansara hevur serliga viðgjørt evni sum: innflytarar og flóttafólk í Norðurlondum, Makedonia, Bosnia, antropologisk
Hann var lærari í Porkeri 1987-88 og skúlastjóri í Vági síðani 1988 til nú hann leggur frá sær. Elin Jacobsen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1972 og var lærari í Vági frá 1972-86, í Leirvík frá 1986-88 [...] Í dag var almenn móttøka í Vágs Skúla, nú Óli í Hjøllum og Elin Jacobsen fara frá fyri aldur og eftir drúgva tænastu. Óli í Hjøllum, skúlastjóri, Elin Jacobsen, lærari, hava starvast innan skúlaverkið [...] tey bæði, Óli í Hjøllum og Elin Jacobsen, orðið, og takkaðu tey fyri árini, og nýttu høvið at minnast aftur á og at koma inn á tær stóru broytingar, ið hava verið innan skúlagátt, eins og í samfelagnum,
Eitt er orðið. Annað er Barbara. Tá tosað verður um Føroyar í Danmark í hesum døgum, slepst ikki undan, at prátið fellur á Barbaru. Og vikuskiftið 3. - 5. oktober er eitt serligt vikuskifti í Danmark. [...] Barbara, sum verður á skránni í Føroyahúsinum í heyst, hóast hon leggur hald á rættiliga stóran part av aktivitetunum. Hetta sama vikuskiftið verður eisini dansur í Gimle, sum liggur í Thorshavnsgade á Amager [...] Føroyingar í útlegd á Flatlondum gleða seg líka nógv til hetta vikuskiftið, sum føroyingar í Føroyum gleða seg til frumsýningina tann 28. september. Føroyahúsið í København fer at gera eitt sindur burtur
eisini á, at í ÚF í gjár frættist, at nú skal skeltast við "Runavík" við royndkoyringina í Eysturoyartunlinum, tá koyrast skal upp í Rókini í Saltnesi. - Hetta er ólogiskt, tá tunnilin kemur upp í Saltnesi [...] Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, tekur nú eisini orðið um skeltingina í Eysturoyartunlinum. Á sínari Facebook-síðu í dag kallar hann eisini myndina í nýggja Eysturoyarkalendaranum fyri [...] eystari portalurin hjá Eysturoyartunlinum er í Rókini í Saltnesi, sum sjálvsagt er í Nes kommunu. - Hesin portalur til Eysturoyartunnilin er í Nes kommunu - og ikki í Runavíkar kommunu, slær borgarstjórin fast
na upp á 50.000 krónur. Hetta segði forsetin í Kiwanis Føroyar, Torkil Skála, tá hann á samkomu mikukvøldið í Kiwanishúsinum í Jøkustræti 4 í Havn handaði umboðum frá Javna kekkin við teimum hálvthundraðtúsund [...] gávuna, sum í fyrsta atløgu fer til at gjalda fyri framleiðsluna av álmanakkanum, sum í hesum døgum verður seldur við dyrnar hjá fólki kring landið, segði Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, í sambandi við [...] verður í løtuni seldur í durasølu kring landið - Javni ger eitt ótrúliga stórt og gott arbeiði fyri at bøta um korini hjá teimum menningartarnaðu. Tí hava vit í Kiwanis gjørt av lata tykkum hesa peningagávuna
fekk ein nýggjan nevndarlim í gjár. Gunnar Thorvaldsson, sum hevur sitið í nevndini í fimm ár, tók ikki við afturvali og í hansara stað varð Petur Eiriksson, varastjóri í Icelandair valdur. Magni Arge [...] til litirnar í stovuni hjá Gunnari. Hinir nevndarlimirnir í Atlantsflog vóru allir afturvaldir og tað merkir, at nevndin í felagnum nú sær soleiðis út: Eyðfinnur Jacobsen, formaður, Erling í Liða, næstgormaður [...] eg sett mær fyri at broyta. Í eina tíð í hvussu er, segði Gunnar Thorvaldsson. Kortini ávaraði hann nevndina um, at eingin skuldi vera bilsin um, hann seinni vildi sleppa upp í part aftur. ? Tað er ikki
februar klokkan 19 í Avhaldshúsinum í Mikladali Kunoyar kommuna : 2. mars klokkan 19 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi Klaksvík, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri : 3. mars klokkan 19 í Varpinum í Klaksvík Svínoy [...] fyriskipa ferðavinnuna í ymisku kommununum, so vinnan verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt - við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum. Tí hava tey nú í Norðoyggjum boðið [...] ferðavinnan eigur at mennast í Norðoyggjum. Yvirlit yvir fundirnar: Viðareiðis kommuna : 23. februar klokkan 19 í Viðareiðis skúla Hvannasunds kommuna : 24. februar klokkan 19 í skúlanum á Fossánesi Kalsoy:
føroyska bókin kom út í 1822 vóru við árslok 1999 útgivnar 3.882 føroyskar bøkur. Nógv prentað í Føroyum Meira enn helmingurin av føroysku bókaútgávunum í fjør, vórðu prentaðar í Føroyum. Í ársfrágreiðingini [...] talið á barna- og ungdómsbókum, sum er minkað. Í 1998 vórðu givnar 54 bøkur út í hesum temabólki, men í fjør var talið helvtina minni. Skúlabøkurnar eru eisini umleið helvtina færri. Hinvegin er talið [...] føroyska bók prentað í Føroyum. Í ársfrágreiðingini nýtir leiðarin á Føroya Landsbókasavni, Martin Næs, annars høvið at finnast heldur hvassliga viðgerðini, ið bókasavnslógin frá 1988 fekk í kommunuálitinum
Harris er komin í eitt lítið politiskt ódnaðarveður eftir ein valfund í ‘motorbýnum’ Detroit í statinum Michigan. Heilt fitt av propalestinskum áhoyrarum vórður møttir á fundinum, og í fleiri umførum órógvaðu [...] av íbúgvunum av arabiskum uppruna, og størsta moskan í Norðuramerika og arabiskt-amerikanska tjóðsavnið liggja í býnum. Á undanvalinum í marts í ár vann Joe Biden sannførandi Michigan við 81,1% av atkvøðunum [...] teirra politikk. Rættiliga nógvir arabiskir amerikanarar búgva í statinum í Michigan – herundir eisini heilt nógvir palestinskir amerikanarar. Í býnum Dearborn, sum hevur einar 110.000 íbúgvar, er meirilutin
stýrisformaður fyri Skúlan í Kaldbak, beyð fyrst vælkomin, síðan høvdu fleiri onnur orðið, tey vóru: Jan Christiansen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, Heðin Mortensen, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar [...] Í desember 2002 var farið undir at út- og umbyggja Skúlan í Kaldbak. Seinasta útbyggingin varð gjørd í 1982, og nøktaði hon táverandi tørvin. Men bygdin er vaksin nógv, og barnatalið er tvífaldað síðan [...] alt ov lítil til tey 37 skúlabørnini í bygdini. Arbeiðið við at um- og útbyggja skúlan byrjaði í desember 2002, og skúlin var handaður Tórshavnar Býráð 22. august í ár. Skúlagongdin byrjaði aftur 28. august