Í samband við, at landsstýrið hevur álagt øllum kommunum at gera ferðavinnuætlan, er Visit North farið undir at menna eina ferðavinnuætlan fyri flestu kommunur í Norðoyggjum.
- Endamálið við einari ferðavinnuætlan er at menna og fyriskipa ferðavinnuna í ymisku kommununum, so vinnan verður skipað á ein skilagóðan og burðardyggan hátt - við atliti til náttúru, lokal virði og trivnað í nærumhvørvinum.
Tí hava tey nú í Norðoyggjum boðið borgarum, festarum, hagastýrum og øðrum áhugaðum til borgarafundir í Norðoyggjum, og her verður greitt frá ymiskum viðurskiftum í hesum sambandi, eitt nú -
* Hvat ein ferðavinnuætlan er, og hvat endamálið er
* Hvussu arbeiðstilgongdin er skipað
* Hvussu borgarar og lokalir áhugapartar kunnu geva íkast til arbeiðið
Hjá Visit North vísa tey á, at størsti dentur verður lagdur á íkastið hjá teimum, sum koma til hesar fundir, sum verða kring um í Norðoyggjum eftir ávísari skrá.
Á borgarafundunum verður stórur partur av tíðini settur av til prát, spurningar og viðmerkingar.
- Hetta er fyri at geva øllum møguleika at koma til orðanna og seta fram upplivingar, ynski og hugskot um, hvussu ferðavinnan eigur at mennast í Norðoyggjum.
Yvirlit yvir fundirnar:
Viðareiðis kommuna: 23. februar klokkan 19 í Viðareiðis skúla
Hvannasunds kommuna: 24. februar klokkan 19 í skúlanum á Fossánesi
Kalsoy: Syðradalur, Húsar, Mikladalur og Trøllanes: 26. februar klokkan 19 í Avhaldshúsinum í Mikladali
Kunoyar kommuna: 2. mars klokkan 19 í Bygdarhúsinum í Haraldssundi
Klaksvík, Árnafjørður, Ánirnar og Norðoyri: 3. mars klokkan 19 í Varpinum í Klaksvík
Svínoy: (her kemur nærri kunning seinni)
- Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka og leggja síni sjónarmið fram. Um tú ikki ynskir at taka orðið, verður eisini møguligt at lata skrivligt íkast á fundarstaðnum.
Lagt verður aftrat, at um møguligt ikki er at møta á borgarafundi í tíni kommunu, ert tú vælkomin at møta á hinum fundunum.










