- Ingun Hansen er sett sum fyribils landsapotekari.
Hesum boðar almanna-og heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Sagt verður, at landsapotekarin, Hjalti Gunnarstein, hevur sagt seg úr starvinum.
- Uppsøgnin hevur virknað beinanvegin, verður lagt aftrat.
Ingun Hansen, apotekari á Eysturoyar Apoteki, er sett sum fyribils landsapotekari og tekur við starvinum beinanvegin.










