Spennandi heyst

Barbara myndar, sum vera man, heystið í skránni hjá Føroyahúsinum í København, men eisini nógvur føroyskur tónleikur verður at hoyra í býnum í heyst



Eitt er orðið. Annað er Barbara.

Tá tosað verður um Føroyar í Danmark í hesum døgum, slepst ikki undan, at prátið fellur á Barbaru.

Og vikuskiftið 3. - 5. oktober er eitt serligt vikuskifti í Danmark. Føroyingar í útlegd á Flatlondum gleða seg líka nógv til hetta vikuskiftið, sum føroyingar í Føroyum gleða seg til frumsýningina tann 28. september.

Føroyahúsið í København fer at gera eitt sindur burtur úr hesum vikuskiftinum, tá Barbara verður frumsýnd í Danmark.

Fríggjakvøldið tann 3. oktober verður opið til midnátt.

Tónleikarabólkurin Fuse fer at spæla í húsinum. Høvið verður at fáa ein dans. Og sjálvandi fer eisini at bera til at taka eina vísu ella tvær eitt sovorðið kvøld.


Annað enn Barbara

Nú er tað kortini ikki bara Barbara, sum verður á skránni í Føroyahúsinum í heyst, hóast hon leggur hald á rættiliga stóran part av aktivitetunum.

Hetta sama vikuskiftið verður eisini dansur í Gimle, sum liggur í Thorshavnsgade á Amager. Tætt við Islands Brygge.

Tá fara Faroe Boys at spæla, og leiðslan í Føroyahúsinum roknar við, at til ber at fylla húsið. Eini 500 fólk vóna tey at fáa samlað hetta leygarkvøldið tann 4. oktober í Gimle.

Annars byrjar dagurin longu klokkan 18 í Føroyahúsinum. Tá verður døgurði at fáa í húsinum. Undir borðhaldinum verður felagssangur og Fuse fer at spæla afturvið. Atgongumerkið fyri alt tiltakið kostar kr. 160,-. Fyri tey, sum bara ætla sær til dansin ella borðhaldið, er prísurin ávikavist 100 og 80 krónur.


Og Frændur

Skyldmenninir - Frændur og Eyðun Nolsøe Band - verða eisini at hoyra. Tað verður í Gimle tann 1. november. Í hesum sambandi verður upplýst, at fløgan hjá Frændum er at fáa í kaffistovuni.

Annars er húsið leigað út allahalgannadag tann 1. november, so tá verður einki borðhald.