Kalendari og skelting eru fake news

- Tað kann ikki verða rætt, at Landsverk rættar seg eftir tí, sum rópar harðast, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen.

 

Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, tekur nú eisini orðið um skeltingina í Eysturoyartunlinum. Á sínari Facebook-síðu í dag kallar hann eisini myndina í nýggja Eysturoyarkalendaranum fyri oktober 2021 fyri fake news.

Jóhannus Danielsen vísir á, at myndirnar fyri henda mánaðin - oktober 2021 - hava undirtekstin "Runavík", tó at nýggi eystari portalurin hjá Eysturoyartunlinum er í Rókini í Saltnesi, sum sjálvsagt er í Nes kommunu. 

- Hesin portalur til Eysturoyartunnilin er í Nes kommunu - og ikki í Runavíkar kommunu, slær borgarstjórin fast við fimmtummaseymi. Hann vísir eisini á, at í ÚF í gjár frættist, at nú skal skeltast við "Runavík" við royndkoyringina í Eysturoyartunlinum, tá koyrast skal upp í Rókini í Saltnesi.

- Hetta er ólogiskt, tá tunnilin kemur upp í Saltnesi. Runavík er ikki eingong størsta bygd við eystara arm á Skálafjørðinum. Tað kann ikki vera rætt, at okkara alra stovnur - Landsverk - rættar seg eftir tí, sum rópar harðast. Tað er jú fleiri, sum rópa, men øll verða ikki hoyrd, sigur Jóhannus Danielsen.

Borgarstjórin vísir á, at ein av grundgevingunum fyri at skelta við "Runavík" er, at vit ikki skulu "skeikla geografisku vitanina millum okkum føroyingar..." - og tí eigur "Runavík" at standa á skeltinum og ikki Klaksvík.

Ella kanska bæði.

- Fólk skulu vita, hvar tey koma úr tunlinum, verður eitt nú sagt í ÚF í gjár. Men, við hesi ætlaðu broyting er tað júst tað øvuta, sum verður gjørt. Lagt verður nevniliga upp til eina skeikling av føroyska geografiska veruleikanum, tí hetta verður ein skeiv kunning um, hvar tann koyrandi er staddur, tá dagsljósið sæst aftur.

Jóhannus Danielsen vísir á, at eins og við nýggja Eysturoyarkalendaranum - fyri oktober 2021 - er hetta við ætlaðu skeltingini fake news, og hann vónar tískil ikki, at seinasta avgerðin hjá Landsverki er tikin í skeltamálinum.

##med2##