Færri føroyskar bókaútgávur

Samlaða talið á føroyskum bókaútgávum í fjør var nakað væl lægri enn árið frammanundan.

121 føroyskar bøkur vórðu givnar út í 1999, og hóast tær illa kunnu leggjast undir at vera fáar í tali hetta árið, so vóru føroysku bókaútgávurnar árið fyri væl fleiri.

Tá taldust tær føroysku bókaútgávurnar 157.

Millum annað hetta stendur at lesa í júst útkomnu ársfrágreiðingini fyri árini 1998 og 1999 hjá Føroya Landsbókasavni.

Av tølunum fyri tey bæði árini 1998 og 1999 sæst, at tað serliga er talið á barna- og ungdómsbókum, sum er minkað. Í 1998 vórðu givnar 54 bøkur út í hesum temabólki, men í fjør var talið helvtina minni. Skúlabøkurnar eru eisini umleið helvtina færri.

Hinvegin er talið á føroyskum yrkisbókmentum vaksið.

Av teimum 121 føroysku bókunum, ið komu út, vóru 37 týðingar og 84 upprunaverk. Við at samanbera við tølini árið fyri sæst, at tað serliga er innan týðingar, at talið á føroyskum bókaútgávum er fallið.

Síðan fyrsta føroyska bókin kom út í 1822 vóru við árslok 1999 útgivnar 3.882 føroyskar bøkur.


Nógv prentað í Føroyum

Meira enn helmingurin av føroysku bókaútgávunum í fjør, vórðu prentaðar í Føroyum. Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Landsbókasavni verður gongdin á hesum øki lýst ígjøgnum tey farnu tíggju árini.

Her sæst, at ein stór broyting er farin fram við tað at fyri tíggju árum síðan var bert umleið fimta hvør føroyska bók prentað í Føroyum.

Í ársfrágreiðingini nýtir leiðarin á Føroya Landsbókasavni, Martin Næs, annars høvið at finnast heldur hvassliga viðgerðini, ið bókasavnslógin frá 1988 fekk í kommunuálitinum, sum varð handað landsstýrismanninum í kommunumálum í 1998.

Her verður ført fram, at bókasavnslógin er ov framasøkin, og at hon tískil átti at verið broytt.

Framasøkin er føroyska orðið fyri ambitiøs.

At leiðarin á Føroya Landsbókasvanið heldur lítið um hesa niðurstøðu, framgongur av oddagreinini í ársfrágreiðingini hjá stovninum.