Atlantsflog nýggjan nevndarlim

Á aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Hafnia fríggjadagin, var Petur Eiriksson, varastjóri í Icelandair, valdur í nevndina fyri Gunnar Thorvaldsson, sum av persónligum ávum ikki tók við afturvali

Atlantsflog fekk ein nýggjan nevndarlim í gjár. Gunnar Thorvaldsson, sum hevur sitið í nevndini í fimm ár, tók ikki við afturvali og í hansara stað varð Petur Eiriksson, varastjóri í Icelandair valdur.

Magni Arge sigur, at nýggi nevndarlimurin ikki var við á fundinum í gjár, tí hann var ikki valdur, men hann verður við á næsta nevndarfundi.


Tíð til familjuna

Fráfarni nevndarlimurin, Gunnar Thorvaldsson, ynskti ikki at halda fram í nevndini fyri Atlantsflog, tí hann er ovbyrjaður av arbeiði.

? Eg havi brúkt ov nógva tíð til arbeiði og ov lítla tíð saman við familjuni, og tað havi eg sett mær fyri at broyta. Í eina tíð í hvussu er, segði Gunnar Thorvaldsson.

Kortini ávaraði hann nevndina um, at eingin skuldi vera bilsin um, hann seinni vildi sleppa upp í part aftur.

? Tað er ikki óhugsandi, at eg, um nøkur ár, komi grulvandi á knøunum, og biði um at sleppa aftur í nevndina, segði Gunnar Thorvaldsson, samstundis, sum hann takkaði fyri samstarvi.


Málning frá felagnum

Tá Gunnar hevði takka fyri seg, tók stjórin í felagnum, Magni Arge orðið.

Hann takkaði íslendinginum fyri arbeiði hann hevur gjørt í nevndini og handaði honum ein málning, sum Olivur við Neyst hevur málað.

? Hetta er fyri at tú ikki skalt gloyma okkum, segði Magni, samstundis sum hann legði afturat, at sum hann hevði skilt, so passaði liturin á málninginum væl til litirnar í stovuni hjá Gunnari.

Hinir nevndarlimirnir í Atlantsflog vóru allir afturvaldir og tað merkir, at nevndin í felagnum nú sær soleiðis út: Eyðfinnur Jacobsen, formaður, Erling í Liða, næstgormaður, Petur Eiriksson, Annfinnur Frederiksen og Remi Hansen.

Annars vísti roknskapur felagsins eitt yvirskot upp á góðar 8 milliónir, men hetta verður meira at lesa um í týsdagsblaðnum.