síðani 1990. Leingi at bíða hjá einum so sigursvandum felag sum HB, og so leingi hava teir ongantíð bíðað fyrr. Men hóast tað fyrr hevur verið nær við, eydnaðist tað so ikki fyrr enn í 1998. Og eingin kann [...] longu í 10. minutti legði seg á odda. Málið var sera gott, men kom so at siga burtur úr ongum. Birgir Jørgensen, sum hevur styrkt væl um álopið hjá sumbingum, síðani hann kom úr VB, stríddist uttarlaga í [...] seg við skoti, sum endaði heilt uppi í málhorninum. So var tøgn í fullsetta HB-húsinum, meðan tey fáu tandrini, sum sótu í B36-húsinum, fingu eina vón um, at teirra menn kanska framvegis høvdu møguleikan
áðrenn málið um fullveldi verður lagt fram fyri danir. ? Tað er avgjørt áhugavert at vita, hvat tingið fer at siga um málið. Góðtekur tingið uppskotið, so er í lagi, men samtykkir tingið ikki, so noyðist [...] uttan um tingið og Føroya fólk, eins og eg havi fingið vissu fyri at ein kanning skal gerast um fíggjarviðurskiftini fimm ár fram. Úrslitið av kanningini skal harnæst leggjast fram í tinginum. Um úrslitið [...] at royna at bøta um tað, sum samgongan kemur við, sigur Jens av Rana. Hann hevur seinastu tíðina havt fundir við Landsstýrið og serliga Høgna Hoydal, landsstýtrismann, um uppskotið um fullveldi. Sambært
toppurin og Tjørnudalur eru sjónlig. Æðustíggjur hevur hug at traðka fram. Garðurin, sum er lagaður av mannahond, skilir bø og haga. Bøurin er so vakur, ymisklitaður grønur. Onkur sæst í onkrari veltu og lúkar [...] boð um tær lagnur, sum har inni búgva og hava búð. Heimanfyri dansistovuna sæst oman á áarbakkan. Har hevur hon, áin, í øldir runnið út á tað velduga havið. Góði Helgi! Her í vindeyganum hevur tú so mangan [...] Eg siti framman fyri vindeyganum á Heygnum. ? Her hava so mong sitið. Tað livir við klettin, men annars er stilt í sjónum. Riturnar sita eysturi í fjøru. Kalsoyggin hevur fingið ein myrkagrønan lit, brýdnar
var, at túrurin tórsmorgun suður aftur heldur átti at verið so seint á degnum sum møguligt, so fólk sleppa suður aftur seinnapartin eisini, so kundi túrurin tórskvøld norður aftur verið seinni á kvøldi [...] Grund við at niðurleggja Skotlandssiglingina og selja Teistan. Tað kom týðuliga fram undir viðgerðini av uppskotinum um misálit á Sámal Petur í Grund, har ið S. P. í Grund fekk fullan stuðul frá samba [...] teir, ið greiðast boðaðu frá sínum stuðli til hesa ólukku avgerð. So Finnleif Guttesen, royn og ger vart við teg inni í sambandsflokkinum, so tann vitleysa herferðin frá sambandsflokkinum ímóti suðuroyarsiglingini
fullveldi, sum byggir á lyklaorðini um neyva fyrireiking, upplýsing og demokratiska viðgerð. Spurningurin um suverenitet - fullveldi - er sum so ógvuliga einfaldur. Tað snýr seg um, hvør hevur evsta valdið yvir [...] ?Vit gera avtalur um skiftisskipanir, so vit sjálvi umsita rættarskipanina, uttanríkispolitikkin og onnur øki, sum danir umsita í dag. ?Vit gera avtalur við danir og onnur lond um samstarv á øðrum økjum: [...] samstarva betur við Danmark frameftir, um vit verða javntsettir partar og vilja minka blokkstuðulin burtur? - Og um tað ikki hevur týdning at hava fullveldi, hví er tað so týdningarmikið at Danmark hevur tað
Sjálvsstýrisflokkin havt felags stev í fullveldisspurningum, so minnir tað ikki sørt um krígsdans nú fíggjarlógin fyri 1999 verður løgd fram í hesi vikuni. Í hvussu er leggur formaðurin í tingbólki Fól [...] hjá Fólkaflokkinum ? serliga fiskivinnumálaráðharrin John Petersen ? megna at lækka um sínar játtanir komandi ár, so hækka játtaninar hjá hinum flokkunum. Fúlt Signar á Brúnni úr Tjóðveldisflokkinum er [...] er sambært formannin í tingbólki Fólkafloksins »fúlastur«, tí hann hevur biðið um 30 mió. kr. meira til skúla- og mentamál í ?99. Helena Dam á Neystabø úr Sjálvstýrisflokkinum umsitur sambært Óla Breckmann
snýr seg um tal av meistaraheitum, men nú er munurin tann sami aftur, sum hann var í 1990, tá HB vann FM. Um onkur tá hevði sagt, at tað fóru at ganga átta ár, áðrenn HB aftur fór at verða best, so høvdu [...] torført tað hevur verið og er at meta um framtíðina ? ikki minst í føroyskum fótbólti. Tá vit á gáttini út úr fótbóltsárinum 1998 skulu meta um úrslitini komandi árini, so kemst ikki uttanum, at nýggju meistararnir [...] hava. Sammeta vit fremstu feløgini, so fellur HB ongastaðni burtur ímillum. Felagið hevur vunnið so nógv í ár, sum teir ongantíð hava gjørt áður, og tað ber boð um eitt gott ungdómsarbeiði. Felagið hevur
væl skiljandi, um tvørámenn iðra seg um, at júst henda støðan skuldi vera tann, sum avgjørdi. Hornasparksinnleggið úr høgru var høgt og gott, men tað líkist ongum, at ein maður skal standa so leysur við handara [...] royndi at spenna bogan. Óli Johannesen fór úr verjuni og fram á vøllin, teir skiftu fleiri nýggjar menn inn, og tað tóktist sum um tað skuldi ikki so nógvar neyvar sendingar til fyri at Dan Mortensen ella [...] Tað sást ikki, og visti tú ikki av tí, so hevði verið ilt at gitt, um tað nú var TB ella NSÍ, sum stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting. Síðsti fótbóltsdysturin í Runavík í ár var vánaligur. Ferðin
einu ferðina, at hann slapp leysur, og so var mál. Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið eina góða løtu, men so umskipaði NSÍ, Brynjolvur Nielsen fór úr verjuni og fram á miðvøllin, hann hevði eitt langskot [...] spælast í senn, og í NSÍ vóru teir royttir av, at teir hoyrdu um støðuna í Gundadali, tá teir komu inn til Gøtu. Tað høvdu teir ikki fingið boð um og rokna við. Tað gekk javnt á. GÍ hevði kanska bóltin meiri [...] NSÍ vann tríggjar tær seinastu ferðirnar, men hóast góða stigainntøku tvey vikuskifti upp í slag, so var vandin ikki burtur, tá teir fóru inn til Gøtu. FSF hevði lagt upp til, at dystirnir, sum høvdu
Andreas Josephsen, sendi høgt og langt innfyri, miðframherjin tveitti seg fram og stútaði, og so var mál. Seinna málið kom ikki so langt fyri hálvleik. Jóhan Lützen, sum mannaði álopið saman við Helmari [...] áskoðarar kendu fjáltur á sær til síðsta bríksl leygardagin, sjálvt um 2. deildarliðið hjá KÍ var frammanfyri 2-0 móti HB, og KÍ var so nógv tað betra liðið. Tað eydnaðist KÍ at vinna, og í Klaksvík siga [...] feldur í brotsteiginum, og Andreas Josephsen var tryggur úr ellivu metrum. Tað var um reppið, at HB noyddist at spæla um plássið í næstbestu deildini, men málmunurin ger, at teir endaðu bæði omanfyri NSÍ