fyrr í vikuni fann í brimgarðinum í Norðragøtu. Hon býr í Svøríki, men er um dagarnar og ferðast í Føroyum. Tað vóru hon og Arnfinn Hansen, pápi hennara, sum hendan dagin gingu túr á brimgarðinum í Norðragøtu [...] Sum 13 ára gamal tveitti Andreas Joensen úr Klaksvík ein fløskupost í havið á Sjómannadegnum. Nú ein dagin kom fløskuposturin afturíaftur. Tað er Norðlýsið, sum ber søguna. 9 ára gamla Annika Hansen kom [...] hann hevur ferðast, men hetta er so einasti fløskuposturin frá Sjómannadegnum, sum er funnin aftur í Gøtu.
crossfit í Føroyum, fyri fyrstu crossfit kappingini í landinum. Umleið 20 íðkarar, kvinnur og menn, hava boðað frá luttøku til kappingina, ið fer fram í hølunum hjá Tvørmegi, sum er í M.A. Winthersgøtu í Havn [...] undir at kappast í tilsamans trimum umførum, eisini kallað wods. Eftir ætlan er kappingin liðug klokkan 15, tá vinnarin og nummar 2 og 3 verða funnin. Í seinnapartssendingini á Rás2 fyrr í vikuni fortaldi
línuskip er til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Tað landar í vikuni, sum kemur og hevur mest av longu og brosmu. - Ein skip er ávegis til Eysturgrønlands at fiska, men landar ikki í vikuni. Restin av línuflotanum [...] verður sera harður fyrst í vikuni, men batnar í endanum av vikuni. - Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir fyrstu dagarnar í vikuni, men kanska verður okkurt, tá vikan fer at líða, sigur [...] væntandi fer onkur út síðst í vikuni, sum kemur, tá streymurin er batnaður. In.fo veit, at línuskipið, sum er á veg til Eysturgrønlands, er Sandshavið, sum fór av Sandi ein av døgunum í vikuni. Streymurin verður
Frigg, sum Hans Petur í Brekkunum og Steintór Rasmussen skipa fyri í Keypmannahavn næsta ár, fer at kunngera fyrstu nøvnini í morgin. Hesum boðar festivalurin frá umvegis Facebook-bólkin í dag, har teir eisini [...] Grønlendska handilsplássinum við Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn, men hetta er nú broytt. Í staðin verður festivalurin hildin í Kongens Have mitt í danska høvuðsstaðnum. Festivalurin verður hildin 9 [...] 9. og 10. mai 2014, og fyriskipararnir lova tónleik úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark.
Minimalistiska teknoduoin vitjaði í Føroyum í 2009, og hevur síðan tað bæði útgivið løg og verið á konsertferðum í Evropa. 14. februar fer bólkurin á pall í Reykjavík í sambandi við Sonar Reykjavík. Men [...] meditativt og friðarligt lag. Janus Rasmussen, ið vit kenna úr Byrta, spælir í Íslandi í bólkinum Bloodgroup, og tað var í sambandi við, at Ólafur Arnalds var ljóðmaður hjá Bloodgroup, at teir báðir hittust
ling. merc á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og bachelor í enskum og fronskum vinnulívsmálum á Odense Universitet. Hon hevur síðani juni 2013 verið stjóri á Gallup Føroyum. Í 2003 gjørdist Laila stjóri á [...] Á ársaðalfundinum hjá Atlantic Airways í dag vórðu allir nevndarlimir afturvaldir uttan Tezz Tordsdotter Åkerman, ið hevur sitið í nevndini síðani 2010. Í hennara stað var Laila Ísheim Hentze vald. Laila [...] Johannessen sum næstformaður. Í nevndini sita nú Niels Mortensen, formaður, Kaj Johannessen, næstformaður, Søren Jespersen nevndarlimur og Laila Hentze nevndarlimur. Starvsfólkaumboð í nevndini eru Ingi S. Joensen
boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Gest Bogason Dam, sum var partur av hópinum hjá EB/Streymi í 2018 og 2019, til hann flutti til Danmarkar í august í fjør. - Nú er Gestur aftur í Føroyum [...] heimasíðuni. EB/Streymur tapti í gjár 2-1 móti ÍF og liggur á sjeynda plássi. Nógv bendir á, at EB/Streymur verður uttan Bjarna Petersen í seinnu hálvu. Hann er leigaður úr B36, sum í løtuni er uttan tveir miðverjar
longstu bygdir í Føroyum, tá teinurin heilt av Signabø og Norður í Sundini í Kollafirði verður tikin undir einum. - Á Signabø er sparkivøllur, og sparkivøllur er eisini við skúlan mitt í bygdini í Kollafirði [...] so arbeitt við at byggja ein sparkivøll aftrat, og hesin verður bygdur Norðuri í Sundum. Tað sigur Jákup Dam, býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Hann vísir á, at kommunan hevur samtykt at játta pengar til [...] byggja spælipláss, og tá nú sparkivøllurin kemur aftrat, verður hetta eitt hugnaligt umhvørvi Norðuri í Sundum, sigur býráðslimurin.
Búskaparráðið. Í 2017 eru samlaðu landsíløgurnar 544 milliónir, meðan tær í 2018 eru framskrivaðar til 642 milliónir. Sama tíðarskeið eru íløgurnar hjá kommununum 887 milliónir í 2017 og 881 milliónir í 2018. [...] ðingin var løgd fram í dag. Búskaparráðið sigur í frágreiðingini, at skuldarloftið hjá kommununum við einari álíkning, ikki riggar sum fíggjarpolitiskt amboð og tað eggjar ikki í nóg stóran mun til eina [...] Búskaparráðið hevur fleiri ferðir fyrr mælt til eina nýskipan innan kommunubygnaðin í Føroyum, har mælt hevur verið til færri kommunur, sum virka innan eina ávísan íløgukarm.
kærleika. Handilin er í hugnaligum hølum á Mýrivegi 14 við Norðskála. Í Sunda kommunu vita tey í dag at siga, at vøran, sum Stina selur, er sjáldsom á tann hátt, at tað mesta verður framleitt í lutfalsliga smáum [...] Í dag læt klædnahandilin Stina upp við Norðskála, og tað er Kristina Glyvradal, sum eigur og rekur handilin. - Stina er nýtt, føroyskt klædnamerki til kvinnur, har øll vøran er framleidd í Føroyum og hondgjørd [...] Umframt vøruna, sum er at fáa í handlinum, er eisini møguligt at bíleggja pløgg eftir ynski. Lagt verður aftrat, at fitt av fólki var á gátt, tá nýggi handilin við Norðskála læt upp í dag.