Sum 13 ára gamal tveitti Andreas Joensen úr Klaksvík ein fløskupost í havið á Sjómannadegnum. Nú ein dagin kom fløskuposturin afturíaftur. Tað er Norðlýsið, sum ber søguna.
9 ára gamla Annika Hansen kom á gátt hjá blaðnum og vísti teimum fløskupostin, sum hon fyrr í vikuni fann í brimgarðinum í Norðragøtu. Hon býr í Svøríki, men er um dagarnar og ferðast í Føroyum. Tað vóru hon og Arnfinn Hansen, pápi hennara, sum hendan dagin gingu túr á brimgarðinum í Norðragøtu.
Norðlýsið skrivar, at ikki ber til at siga, hvussu leingi fløskuposturin hevur ligið har ella hvøja leið hann hevur ferðast, men hetta er so einasti fløskuposturin frá Sjómannadegnum, sum er funnin aftur í Gøtu.










