Húkaflotin liggur

Bara eitt línuskip er til fiskiskap undir Føroyum í løtuni.

Bara eitt línuskip er til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Tað landar í vikuni, sum kemur og hevur mest av longu og brosmu.

 

- Ein skip er ávegis til Eysturgrønlands at fiska, men landar ikki í vikuni. Restin av línuflotanum liggur við bryggju, men væntandi fer onkur út síðst í vikuni, sum kemur, tá streymurin er batnaður.  

 

In.fo veit, at línuskipið, sum er á veg til Eysturgrønlands, er Sandshavið, sum fór av Sandi ein av døgunum í vikuni.

 

Streymurin verður sera harður fyrst í vikuni, men batnar í endanum av vikuni.

 

- Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðri teir fyrstu dagarnar í vikuni, men kanska verður okkurt, tá vikan fer at líða, sigur Fiskamarknaður Føroya.