Í dag læt klædnahandilin Stina upp við Norðskála, og tað er Kristina Glyvradal, sum eigur og rekur handilin.
- Stina er nýtt, føroyskt klædnamerki til kvinnur, har øll vøran er framleidd í Føroyum og hondgjørd við kærleika. Handilin er í hugnaligum hølum á Mýrivegi 14 við Norðskála.
Í Sunda kommunu vita tey í dag at siga, at vøran, sum Stina selur, er sjáldsom á tann hátt, at tað mesta verður framleitt í lutfalsliga smáum mongdum, og tískil kann vøran verða serstøk fyri keyparan.
Umframt vøruna, sum er at fáa í handlinum, er eisini møguligt at bíleggja pløgg eftir ynski. Lagt verður aftrat, at fitt av fólki var á gátt, tá nýggi handilin við Norðskála læt upp í dag.