Frigg riggar til

Frigg, tónleikafestivalurin, sum verður í Kongens Have í Keypmannahavn næsta ár, avdúkar fyrstu nøvnini í morgin

Stóri tónleikafestivalurin Frigg, sum Hans Petur í Brekkunum og Steintór Rasmussen skipa fyri í Keypmannahavn næsta ár, fer at kunngera fyrstu nøvnini í morgin. Hesum boðar festivalurin frá umvegis Facebook-bólkin í dag, har teir eisini hava snikkað fylgjandi slagorð saman:


- Ein festivalur, tveir dagar, tríggir pallar, fýra lond og fimm sansir.


Soleiðis leggja fyriskipararnir upp til, at Frigg hevur annað enn tónleik at bjóða uppá.


Frigg festivalurin skuldi upprunaliga haldast á Grønlendska handilsplássinum við Norðuratlantsbryggjuna í Keypmannahavn, men hetta er nú broytt. Í staðin verður festivalurin hildin í Kongens Have mitt í danska høvuðsstaðnum.


Festivalurin verður hildin 9. og 10. mai 2014, og fyriskipararnir lova tónleik úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og Danmark.