ómetaliga stóra ávirkan á tey fáu fólk har búgva, uppá gott og ilt. Vit eru í umleið somu støðu í Føroyum. Her er eisini talan um eitt nýtt øki, sum verður mett at kunna goyma stórar oljukeldur. Her er talan um [...] er ein veruleiki, at soleingi markið ikki er ásett, so er hetta ein meinbogi fyri hesa vinnu. Vit kunnu eisini siga tað soleiðis: so skjótt markið er komið upp á pláss, so kann verulig gongd koma á leitingina [...] ggjarnar. Gott nokk eru hesar oyggjarnar á hinari jarðarhálvuni, men her eru nakrir paralellir, sum vit hava at leggja okkum í geyma. Talan er um eitt heilt nýtt øki. Leitað hevur verið í bert fáar vikur
samgonguni fingu vit longu eina kenslu av sunnudagin, eftir samgonguskjalið varð undirskrivað. Vit gjørdust øll kløkk, tá tíðindasendingin byrjaði við einum sera avgjørdum Anfinni Kallsberg, sum - soleiðis kendist [...] gjørdi hetta sum ein fylgja av tí frustratión, sum fangaði nógvar fólkafloksstuðlar, eftir at innihaldið í samgonguskjalinum gjørdist kent. Orðini hjá løgmanskandidatinum í ÚF kundu tulkast sum ein ?desperat [...] bluffnummar og millum fólkafloksmenn mett sum einki annað enn at umsita luft? Og eru ikki tær uppgávurnar, sum Høgni Hoydal nú skal taka sær av, uppgávur, sum ein embætismaður og ein embætismannanevnd
leiðslu fólkafloksins. TAÐ er neyvan nakar, sum áhaldandi gjøgnum so mong ár, hevur víst á hesa óhugnaligu og niðurgerandi skriving Óla Breckmanns sum Sosialurin. Vit hava ferð eftir ferð spurt, hvussu tað [...] TAÐ mundi verða móttikið av flestu síggjarunum herfyri sum ársins skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin [...] dugað at skyna á, hvat, ið hóskaði at seta á prent í Dagblaðnum og ikki. Er tað so, at tað er møðin, sum er orsøkin til slíka skriving, so vildi tað verið hóskandi at spurt l formann fólkafloksins, hvussu
eitt nú á sjúkrahúsøkinum. Vit ynskja nýggja landsstýrinum góðan byrð, tí tess avgerðir eiga at gagna øllum fólkinum. Men tað er alstórum týdningi, at vit ikki fáa eitt stýri, sum setir fólkins vilja og tørv [...] á heilsu- og almannaøkinum, sum koma at gera støðuna hjá teimum veiku og sjúku, pensionistunum o.o. verri. TÁ hugsað verður um, hvussu viðbrekin okkara búskapur er, og tá vit enn onga trygd hava fyri, at [...] at olja og gass finst í undirgrundini, sum kann styrkja búskapin - um somu tíð, sum tosað verður um at taka á okkum størri fíggjarligar byrðar, so er greitt, at nýggja samgongan sleppur ikki undan at fremja
samstarv og minti pressuna á hennara ábyrgd. Vit takka fyri ta virðing og tann týdning, sum komandi løgmaður vísir fjølmiðlunum. Vit kunnu eisini lova, at vit fara at vísa ábyrgd við at tryggja, at føroyingar [...] oljuna at umsita burturav er eisini eitt týðandi signal til oljuheimin um, at føroyingar meina nakað viðynskið um eina oljuvinnu, og at vit ætla at tryggja, at taðeru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini - seta [...] á konstruktivan og fakliga undirbygdan kritikk. Vit fara at hava eitt vakið eygað við eins væl tí ríkisrættarliga politikkinum sum tí búskaparliga. Vit fara at lýsa veruligu ætlaninar hjá samgonguni á
skula slúka, at ?fíggindin? eisini fær so týðandi málsøki sum fíggjar- ella fiskivinnumál, er ein stórur biti at svølgja hjá tí stóra tigandi skaranum av fólkafloksfólki, sum inntil sunnudagin, tá Anfinn [...] NÚ øll roknaðu við, at samgongan var í pottinum, hendi tað, sum ikki eigur at henda, nevniliga at flokkar, sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent [...] kunnu semjast um málsøkini, tá tað er komið so langt sum at samgonguskjal er skrivað og undirskrivað. Hetta er so støðan í skrivandi løtu, men vit ivast ikki í, at ein ella onnur loysn verður funnin. Eftir
nakran ungling. Vit teljast millum teirra, sum meta Norðurlandahúsið sum ein av gimsteinunum í føroysku og eisini tí norrønu krúnuni. Uttan iva kundi okkurt verið gjørt øðrvísi og betri, men vit eiga á føð [...] mentanarfólk, nakað, sum vit ikki eiga at undirmeta týdningin av. EITT samfelag uttan eina virkna og livandi mentan er deyðføtt. Eitt samfelag uttan eitt sunt og virkið vinnulív er eisini deyðføtt. Men eitt [...] hvør fyri øðrum er tað, sum Norðurlandahúsið hevur verið við til at gróðurfesta í tað sinni føroyinga. Hetta er eisini nakað við sætt demokrati at gera. Tað eiga tit tøkk fyri. Nú vit fara inn í eina nýggja
vælferðarsamfelgið samtíðis sum vit taka størri sjálvstýri, er neyðugt at gera alt fyri at fáa eina vælvirkandi vinnu. Hetta er tað, sum ein breið samgonga eigur at seta sær sum stevnu og borga fyri. Tann [...] samráðingarleiðarin at taka til eftirtektar, og vit loyva okkum at halda, at við tí bakgrund hann hevur í politikki, dugir hann eisini at innsíggja hetta. VIT vilja tó ávara javnaðarflokkin móti blint at [...] týðandi avgerðir skulu takast. Her hugsa vit um samráðingarnar við danir um bankaendurgjald, afturrindan av skuld, broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum oma. Vit hugsa um eina loysn á marknatrætuni við
hvat A vil. Hann kann gera av, um vit skulu hava eina borgarliga samgongu, um Føroyar skulu hava eina sjálvstýrissamgongu og hann ger av, um vit skulu hava eina samgongu, sum liggur mitt ímillum báðar mótpólarnar [...] javnaðarfloksins til eina sjálvstýrislóg tað mest realistiska.. Tað er tað, sum eigur størstu undirtøku í fólkinum. Vit halda tað eisini vera týdningarmikið, at C er við í komandi stýri. Við sínum tilknýti til [...] hann var við í einum komandi landsstýri. Men tjóðveldisflokkurin hevur eisini skapt sær ein trupulleika, tí hann hevur nærum sett tað sum ultimativt krav, at aðrir flokkar skulu góðkenna hansara tjóðskaparstevnu
hevur besta boð uppá, hvussu vit loysa ríkisrættarliga spurningin við eini sjálvstýrislóg. Eini leið, sum gevur okkum víðgongt sjálvstýri í ríkisfelagsskapi. Ein kós, sum umleið helvtin av føroyingum tekur [...] inntøkur til føroyska samfelagið. Og eisini á vinnuliga økinum hevur Javn-aðarflokkurin ein politikk sum miðjar eftir munandi virðisøking av fiskatilfeingi okkara, so vit fáa ein veruligan matvøruídnað. Harafturat [...] nakað skert í kreppuárunum. Hetta gera summir flokkar sær dælt av í valstríðnum, men gevið gætur, at vit kláraðu at varðveita bæði almannaverk, heilsuverk og skúlaverk, hóast næstan ein milliard varð spard