meira hugsunnarvert er metingin, sum Claus Dringer annars hevur um skipið. Hann heldur, at tá skipið er umvælt, fer tað valla at verða á sama støði, sum Tjaldrið, og hann heldur eisini, at skipið ikki kann [...] John Petersen, landsstýrismaður skal djúpt niður í lumman, um vaktarskipið Nólsoyar Páll nakrantíð skal koma at sigla. Nýggjasta metingin av umvælingararbeiðinum sigur, at nýtast skulu 26 milliónir krónur [...] skipið eigur at verða gjørt liðugt - og hevur serligt stríð verið millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin um hetta mál. Á tingfundi herfyri garanteraði Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkin Føroya Framburðs-
mest álítandi av teimum øllum, nevniliga »ríkisbeinið« fytriuttan, væl at merkja um ætlanin er at hava nøkurlunda sama livifót í landi okkara, sum grannatjóðir okkara hava. Loysing = hækkaðan skatt Hinir [...] ikki torir at greiða føroyingum frá, men kemur heldur við úttalilsum, um tað neyðuga álitið á egnan mátt og megi, sum effektivisering, um ekspansivan fíggjarpolitikk o.s.fr. og harvið bjarga tjóðini frælsi [...] ríkisstuðul við einum triðingi, uppá sikt, aftaná at fíggjarligu ringvirkningarnir hava gjørt um seg, so verður talan um eina lækking í livikorum fólksins við einum 50-60% - og hvør vil tað? Eingin við sínum
kostnaðarstøðið verður tað sama í allari kommununi. ? Og fara fíggjarligar broytingar at ávirka kommunuraksturin, skal øll kommunan fáa og njóta, ella missa og svíða í sama lagi, í góðum og rættum sam [...] Báði borgarafundur og fólkaatkvøða So nú veldst alt um, hvat kollfirðingar siga. Kollfirðingar skulu hava fund í samráðingarbólkinum og í bygdarráðnum um málið. Samstundis er ætlanin at hava borgarafund í [...] Kollafjørði heilt skjótt, har høvi verður at spyrja um øll ivamál í sambandi við eina møguliga samanlegging. Og ætlanin er síðani at hava fólkaatkvøðu í bygdini um málið. Hans Jacob Hansen sigur, at hann væntar
spæla við í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi komandi summar. Sama dag fór Bobby Charlton um tey seksti, og tað er eingin ivi um, at landsliðsvenjarin og spælararnir hjá honum kundu ikki geva fremsta [...] alt ov nógv ring dømi um hvussu fótbólturin kann spælast. Til dømis tveita spælarar nú á døgum seg alt ov nógv, og ov nógvir royna at snýta dómaran. Tá tveir spælarar kapprenna um bóltin, skulu teir ikki [...] Bobby Charlton er ikki hvør sum helst í eingilskum fótbólti, og eisini, tá tað snýr seg um fótbólt á altjóða støði, er fyrrverandi Manchester United spælarin millum teir best kendu. Bobby og eldri bróðurin
av, og í seinna hálvleiki runnu teir Neistan fullkomiliga um koll. Beinanvegin var greitt, at stórur munur var millum liðini, og VÍF kom fram um 9-1. Neistaverjan var opin, og VÍF?arnir høvdu lætt við at [...] væl, hildu Neistamenn fast um hann tíðina út. Tá Ingi Olsen móti endanum av dystinum varð skiftur út, flutti Neistin mansverjuna yvir á bróðurin Áka, men úrslitið var tað sama. Ótakksom uppgáva So hvørt
virkaði offensiva verjan hjá KÍF til tíðir heldur opin, og samanlagt gjørdi hetta, at liðini skiftust um at skora. Og at munurin í hálvleikinum bert var hitt eina málið. Í álopspartinum gjørdi H71 tann feilin [...] hálvleik, var serliga hin eina broytingin í reglunum, hon ið sigur, at eingin leikari má fara fram um miðlinjuna, fyrr enn bólturin er givin upp. Hetta voldi trupulleikar fyri bæði liðini, men tað batnaði [...] minst tí, at verjan tóktist tættari og fongur fer at vera í nýggja venjaranum. Hann gjørdi ikki nógv um seg í hesum dystinum, men tað fer helst at broytast sum frá líður. Venjarin ikki í venjing Serliga
Tippeligaen, um, at hann er nóg góður at gera sáttmála við, og nú bendir alt á, at talan verður um undirskriving av sáttmála. Men hóast hann roknar við at binda seg til nýggjan arbeiðsgevara um stutta tíð [...] ikki, at um hann gerst yrkisspælari, so verður talan um ein barndómsdreym, ið gerst veruleiki: ? Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri fótbólti, og í ár havi eg vant einar sjey ferðir um vikuna. Hetta [...] stig á vegnum at koma til Onglands. Um tað fer at eydnast, verður fyrst og fremst treytað av, um eg megni at koma á besta liðið hjá Kongsvinger og at standa meg væl har. Um tað eydnast, so er ikki óhugsandi
Magnussen, landsstýrismann. Brævið er undirskrivað av yvir 500 starvsfólkum, sum heita á landsstýrismannin um at broyta verandi umbyggingar- og útbyggingarætlan fyri Landssjúkrahúsið. Á Landssjúkrahúsinum starvast [...] áheitanin, tí Almanna- og heilsustýrið ætlar at nýta 29 mió. krónur í einum trý ára skeiði til ávísa um- og útbyggingar á Landssjúkrahúsinum. Starvsfólkini vísa á, at hóast allir starvsfólkabólkar á eini [...] skapa eins nógvar nýggjar hølistrupulleikar, sum tær eru ætlaðar at loysa. Eisini halda tey, at ætlanin um at gera eina hædd oman á núverandi røntgendeild og skurðgongd, hóast sera kostnaðarmikil, als ikki
dirnar. Hetta er sama elendigheitin. Skattaborgarin verður við pantirætti kravdur eftir einum gjaldi. Tá so tíðin er komin til at fáa nakað aftur, skal hann niður á knøini og bidda um tað, sum hann eigur [...] Ein, ið blandar seg í orðaskiftið, er Vilhelm Johannesen løgtingsmaður. Hann sigur seg vita nakað um tann danska ATP-grunnin, sum danski javnaðarflokkurin við Jens Otto Kragh á odda stovnsetti fyrsti í [...] eigur. Í hásæti sita onkrir politikarar og vurdera, um hesin niðurslitni skattaborgari skal fáa nakað ella onki. Hesir eru teir, sum altíð eru framvið og kráma eftir valdi yvir tí, sum ein annar hevur forvunnið
gera, um so er, at teir ferð eftir ferð verða drignir upp á trá. Harafturat bøtir tað so ótrúliga lítið upp á trúvirðið hjá Javnaðarflokkinum, tá ið hann í sama andarhaldi sum formaðurin rópar um danska [...] greinar um hetta og onnur brotsverk, ið danir hava gjørt mótvegis Føroyum og føroyingum. Hann gloymir tó at siga frá, at føroyingar hava verið við í spælinum. Fyrru greinina endaði hann við uppskoti um, at [...] uppgerð við danir, og Vilhelm Johannesen um at draga teir inn fyri altjóða mannarættindadómstólin letur barnsliga ovfarakæti og skaðafrøðina hjá Hendrikki Old um stirðilin í føroyingum og einum hugsandi