? Vit hava øll ábyrgdina av fótbóltsspælinum

Fótbóltur: Tað gerst alsamt torførari at vísa rættan ítróttaranda í fótbóltsspælinum nú á døgum, sigur Bobby Charlton í 60-ára føðingardagssamrøðu

Bobby Charlton er ikki hvør sum helst í eingilskum fótbólti, og eisini, tá tað snýr seg um fótbólt á altjóða støði, er fyrrverandi Manchester United spælarin millum teir best kendu.

Bobby og eldri bróðurin, Jackie, sum var verjuspælari í Leeds, vóru báðir á eingilska landsliðnum, sum á heimavølli í 1966 fyri fyrstu og higartil einastu ferð vann HM heitið. Jackie var avgjørdur og stríðshugaður í miðverjuni, meðan Bobby var miðframherji og seinni framrættaður miðvallari, sum bæði var við til at mynda spælið og skoraði nógv mál.

Jackie gjørdist venjari, tá hann var givin at spæla. Seinasta uppgávan, hann hevði sum venjari, var, tá hann stóð á odda fyri írska landsliðnum. Jackie hevur ongantíð verið bangin fyri at úttala seg á ein hátt, sum hevur dámað tíðindafólkum at endurgivið, og síðani hann fór úr starvinum í Írlandi hevur hann verið nógv brúktur sum viðmerkjari bæði í útvarpi og í sjónvarpi.

Bobby hevur altíð verið tann meiri siðiligi og sáttligi. Hann hevur verið mettur sum ein hin fremsti umboðsmaðurin fyri eingilska fótbóltin, og hann hevur alla tíðina verið knýttur at Manchester United, sum hann hevur tænt í meiri enn fjøruti ár.

Tað hevur ikki verið á hvørjum degi, at ítróttarfólk hava fingið viðurkenning frá tí almenna fyri síni avreksverk, og tí vakti tað miklan ans, tá hennara háting, Elisabeth drotning, gav Bobby Charlton Sir heitið.

Glenn Hoddle, venjarin hjá eingilska fótbóltslandsliðnum, hevur ein hugburð til fótbóltsspælið, sum ikki minnir frítt um tann, Bobby Charlton hevur havt og hevur.

11. oktobur megnaði England 0-0 í Italia, og tað hevði við sær, at Hoddle og hansara menn vunnu sær rætt at spæla við í HM endaspælinum, sum verður í Fraklandi komandi summar. Sama dag fór Bobby Charlton um tey seksti, og tað er eingin ivi um, at landsliðsvenjarin og spælararnir hjá honum kundu ikki geva fremsta umboðsmanninum fyri fótbóltin í Englandi eina betri føðingardagsgávu enn atgongumerkið til kappingina, sum verður í Fraklandi í juni og juli komandi ár.

Tað var í sambandi við 60 ára føðingardagin, at henda samrøðan varð gjørd.


Torførari at vísa ítróttaranda

Hevði tú heldur vilja verið professionellur fótbóltsspælari í okkara tíð heldur enn í 50?unum, 60?unum og 70?unum?

? Mær hevði altíð dámt at verið fótbóltsspælari, uttan mun til nær. Tað var tað einasta, eg hevði hug at gera í mínum lívið, og fótbóltsspælið hevur eisini givið mær nógv. Men eg má siga, at eg eri fegin um, at eg var spælari, tá eg var, heldur enn nú.

Er tað tí, at tú heldur at fótbóltsspælið er ikki eins positivt longur?

? Nei, tað er ikki tað. Men vit mugu ansa væl eftir fótbóltsspælinum og ikki taka tað sum givið. Vit hava øll ábyrgd mótvegis spælinum. Serliga mugu vit hugsa um tað ikki er eitt mark fyri øllum pengunum, sum er komnir í fótbóltin, serliga í Englandi. Pengar skapa trýst, og ungu spælararnir eru ikki allir førir fyri at spæla undir slíkum trýsti. Hetta er ein partur av spælinum, sum ikki var eins umfatandi, tá eg spældi.

Heldur tú, at tú, soleiðis sum tú spældi tá, hevði kunnað yvirliva í spælinum í dag?

? Ja, tað haldi eg. Tað vóru sanniliga harðir mótstøðumenn 20 og 30 ár sí-ani, og eg lærdi hvussu eg skuldi fara vit teimum. Men eg haldi, at tað gerst alsamt torførari at vísa ítróttaranda í fótbóltsspælinum nú á døgum. Tað eru alsamt fleiri spælarar í dag, sum royna at steðga tær kosta hvat tað vil. Tá eg spældi, helt eg altíð at eg hevði fyrimunin fram um teir, tí teir vóru desperatir og tað var eg ikki, men kanska er tað ikki so lætt at halda tað longur.

Hvussu bar tað til, at tú sýndi so góðan ítróttaranda tá tú spældi. Var tað natúrligt ella lærdi tú tað?

? Eg skyldi Jimmy Murphy nógv. Hann var hjálparvenjari hjá Matt Busby í Manchester United tá eg byrjaði har sum 15-ára gamal. Hann plagdi at siga við meg: »Um tú vilt spæla, so skalt tú ikki kjakast. Dómarar broyta ikki hugsan, tað er bara spill at tíð at kjakast við teir. Tú fært bara trupulleikar av tí, fært ávaring, síðani leikbann og so kanst tú ikki spæla. Og kanst tú ikki spæla, kanst tú ikki menna teg.« Tað tóktist sera einfalt at siga tað soleiðis, men tað var fullkomiliga rætt.


Spælarar vita hvat er rætt og skeivt

Heldur tú, at tað í dag eru ov fáir venjarar, sum læra sínar spælarar slíkan ítróttarandan ?

? Venjarar hava stóra ábyrgd, og eg meti tað var týdningarmikið fyri teir, at tosa við spælararnar undir fýra eygum, júst soleiðis sum Jimmy Murphy gjørdi við meg. Sjálvandi hava venjarar stórt trýst á sær fyri at liðið skal standa seg væl, men tá alt kemur til alt, so er tað tann einstaki spælarin, sum hevur ábyrgdina av sær sjálvum.

? Tíverri síggja ungir spælarar í dag alt ov nógv ring dømi um hvussu fótbólturin kann spælast. Til dømis tveita spælarar nú á døgum seg alt ov nógv, og ov nógvir royna at snýta dómaran. Tá tveir spælarar kapprenna um bóltin, skulu teir ikki toga í hvønn annan. Men eg trúgvi framvegis, at ungu spælararnir sjálvir vit hvat er rætt og hvat er skeivt.

Summi siga, at um øll spældu reint spælt, so hevði fótbóltsspælið verið óáhugavert...

? Siga tey tað, eru tey ikki bara kensluleys, men eisini gloymsk. Allir teir stóru spælararnir spældu reint. Eg sá ongantíð Franz Beckenbauer gera nakað ógvusligt fríspark, heldur ikki Johan Cruyff, Pelé, Eusebio, di Stefano, Puskas, Gento og Gullit, teir høvdu tað ikki fyri neyðini. Vit minnast øll hesar sum stórar spælarar, meðan teir sum bara gera fríspørk verða skjótt gloymdir.

? Professionellir fótbóltsspælarar mugu minnast til, at teir eru undirhaldarar, sum fólk gjalda fyri at síggja. Eingin vil síggja teir sparka hvønn annan niður. Og teir hava ábyrgd yvir fyri fólkunum, sum gjalda fyri at síggja teir, at teir eru tøkir at spæla. Um teir ikki kunnu spæla, tí teir hava leikbann, so snýta teir fólk fyri upplivilsi at síggja teir spæla.