grundarlagið í heila tikið fyri at varðveita og menna hetta samfelagið. HØVUÐSSTAÐURIN og stórplássini hava stóran týdning fyri hetta samfelagið og hesi røkja nakrar uppgávur, sum er alneyðugar. Men sálin - [...] sum nøkur turr tøl og tabellir, men sum eitt sera hent amboð til tess at kunna varðveita og skapa lív í hesum annars frálíka landi. Her nyttar ikki bara at taka eitt skip ella eina farleið fram. Her er [...] kkurin hevur so víst, at hann megnar ikki hesa uppgávuna, og samstarvsflokkar hansara í Tinganesi hava við síni líkasælu víst, at tað verða ikki teir, sum fara at seta út í kortið. Tí er bert andstøðan
liði eiga æruna fyri hetta góða úrslit í Europa-cup. Fyri spælararnar hjá VÍF má tað hava verið sonn frøði at hava spælt móti hesum mætu hondbóltskempunum úr Rumenia á heimavølli og har løna sínum trúgva [...] og ein ítróttargrein hevur fingið so góða undirtøku frá sínum egna fólki, sum júst Vestmanna. Vit hava sæð og hoyrt, hvussu vestmenningar fagnaðu og stuðlaðu sínum liði, tá hart leikaði á móti høvuðsf [...] álit og áhuga - við einum so einastandandi úrsliti. VÓNANDI fer hetta frálíka úrslit at kveikja nýtt lív í hondbóltin her heima. Tað verður gjørt eitt sera stórt arbeiði kring landið fyri hondbóltsáhugað
fríkend fyri fleiri av teimum ákærum, sum ávísir danskir politikarar, bankafólk og embætismenn hava hildið lív í. Og tú byrjar so smátt at kunna flikka saman eina mynd úr tí sera stóra og fløkta puslispæli [...] arroganca dekkar hetta so væl, tí hesi betrivitandi og sjálvupptiknu fólk hava ongantíð sett teir røttu spurningarnar og hava heldur ongantíð víst nakra sum helst virðing fyri føroyingum ella føroyska [...] at lata øll tey, sum so ella so hava borið seg skeivt at, fáa tað at vita. Latið okkum so royna at byggja upp aftur tað álit, sum fór í øllum hesum meldrinum. Vit hava øll brúk fyri hvør øðrum. Og lat
FØROYAR hava fingið sína fyrstu minnilutastjórn. Eftir at teir báðir miðflokkarnir hava boðað frá, at teir fara ikki í Tinganes, er greitt, at verandi samgonga sleppur at royna seg sum minnilutastýri. [...] minnilutastýri fyri fyrstu ferð. Tað sigur okkum so mikið sum, at hesi samgonguni verður ikki langt lív lagað. Kann vera at hon fer at fáa stuðul frá miðflokkunum, men spurningurin er, hvussu leingi teir
rakstri. Seinastu árini er flokkurin tí eisini skuldsettur fyri at hava lagt flakavirki á hvørjum tanga, tí nú gongur rákið ímóti at hava so fá virki sum gjørligt. Hugtakið »bygdamenning« er vorðið skemdarorð [...] útjaðaran. Útoyggjarnar og útjaðarin er sereyðkenni fyri Føroyar. Har liva tey enn eitt »føroyskt lív« og har trívist føroysk mentan. Haðani er meginparturin av fiskinum komin ? ja, alt útflutningsvirðið
til fólkaflokkin og sektina á Føroyar? Hví hava tit fólkafloksmenn ikki mutað ímóti tí, sum løgmaður hevur fyritikið ella ikki fyritikið sær í hesum máli? Hava tit sum samgongupartnari við tøgn tykkara [...] tykkara fulla stuðul? SAMBANDSFLOKKURIN og fólkaflokkurin hava misbrúkt bankamálið nú uppundir eitt val. Hvør veit, um ikki hesir flokkar hava tutlað saman, áðrenn Edmund tók avgerðina um nýval? At hetta [...] HVUSSU leingi ætlar fólkaflokkurin sær at halda lív í Edmund Joensen, løgmanni, sum við at útseta samráðingarnar við danir til beint upp undir valið, hevur gjørt kanska størsta álvarsmál í Føroya søgu
TALSMENN fyri djúpvatnstrolararnar hava víst á, at fellur íløgustuðulin burtur, fer meginparturin av teimum 14 djúpvatnstrolarunum á heysin. HETTA fer fyrst og fremst at raka Suðuroynna, har teir flestu [...] føroyingum um at reka vinnuna uttan avlagandi stuðul. Í ØLLUM førum er ikki rætt at lata stuðul fyri at hava ein órentablan og kanska eisini ov stóran flota siglandi, men haðani og til at kvetta á stokkinum [...] er eina kanning, hvussu raksturin sær út í tølum og talvum, og hvussu nógv skal til fyri at halda lív í flotanum, sum hevur verið fyri minkandi fiskiskapi seinastu árini. KANNINGIN hjá Grannskoðarafelagnum
eisini kvinnur av døgum. VIT liva í einum demokratiskum samfelag, har vit øll hava loyvi at halda og siga tað vit vilja. Vit hava sagt hetta áður og fara at endurtaka tað her: at tað er einki minni enn ein [...] 130 ár av døgum. TAÐ er einki nýtt - hetta at USA tekur sínar egnu borgarar av døgum - borgarar, sum hava framt brotsverk. Tað er nakað, sum bæði Hægstirættur og nógvir av statunum gera uttan at blunka. TAÐ [...] góðkenning, drepa sínar egnu borgarar. JAMEN siga tey, sum taka undir við hesum - talan er jú um fólk, sum hava tikið onnur av døgum, og tí mugu tey gjalda við sínum egna lívi. Í okkara hugaheimi er hetta primitiv
FØROYAR hava leingi verið eftirbátur á granskingarøkinum. Tað er líkasum, at vit hava ikki havt traditión fyri gransking. Orsøkin til tess kann vera fjarstøða okkara, tað kann vera hetta, at vit hava ikki [...] náttúrliga hava tilknýti til okkara lítla samfelag og okkara umhvørvi, kann verða við til at menna okkara samfelag, eisini soleiðis, at vit kunnu koma burtur úr tí óhepnu støðu, bert at hava tað eina beinið [...] Føroyar í sær sjálvum ein miðdepil fyri einum heilt náttúrligum granskingarumhvørvi. AT vit í dag hava eitt granskingarumhvørvi á fleiri á okkara stovnum, eitt nú í Nóatúni, eiga vit so avgjørt ikki at
oyggjabólkarnar. Hetlendingar hava fingist við hesa nýggju vinnu nú í mong ár, og tí hava teir heilt givið bæði vitan og royndir at lata okkum. Eingin ivi er um, at vit eisini hava nógv at lata hetlendingum [...] farið at sigla til Hanstholm, og harvið verður eingin Esbjergsigling longur. Tað vil uttan iva bæði hava fyrimunir og vansar við sær. Tá DFDS gavst at sigla uppá Føroyar og Norrøna legði leiðina til Esbjerg [...] næsta granna okkara við sínum sereyðkennum. SIGLINGIN hjá Norrønu uppá Hetland kann koma at kveikja lív í eitt bæði mentanarligt og vinnuligt samstarv. Hesum bjóða vit vælkomnum og vóna, at føroyingar og