blíðskap, sum er í Føroyum. Fólk hava brúk fyri at tosa við onkran. Ikki bara um tað ringa, men eisini um tað góða. ? Tak til dømis ein sjómann, sum bara er saman við mannfólki. Hjá honum er tað ein gleði at [...] tí føroyska ger, at ein ongantíð er anonymur. Fert tú ein túr um kvøldið, so kanst tú fara inn allastaðni. ? Sjálvandi hevur tú eisini óvinir. Tað ber ikki til annars. Eg minnist ein fyrrverandi skúlastjóri [...] bara hevur vinir, hann er eitt »skvat«, tí so hevur hann onga meining. ? Hevur tú eina meining, so er altíð onkur, sum ikki er samdur, og so skal man bara vera ósamdur uppá ein siviliseraðan máta, sigur
sproytaður í fjør og sum er í góðum standi, stendur í neystinum, og tað er greitt, at hvørki hann ella átta mannafarið hjá klaksvíkingum, sum eitur Nevið Reyða og sum eisini er í góðum standi, verða flotaðir [...] ), og so standa teir fyri innkrevjingini. Klaksvíkingurin Hallur Ellingsgaard, sum er búsitandi í Oyndarfirði, er ein av startdómarunum hjá Róðrarsambandinum. Hann hevur í mong ár lagt bátarnar á norðoyastevnu [...] á mannfólkasíðuni. Vit spyrja Elias Zachariasen, um tað ikki er undarligt at vera formaður í einum felag, sum er so lítið aktivt. ? Hatta er veruleikin, og tað kundi verið uppaftur verri, tí tað sá einki
Spurningurin er bara, nær vit fáa ráð, men framtíðin hjá okkum liggur heilt sikkurt har norðuri. Yvirhøvur er ein havn eitt tilfeingi í sær sjálvum. Serliga her í Klaksvík og í Føroyum sum heild er havnin [...] vinnuvirksemi. Men soleiðis er tað eisini um allan heim. Ein stórur partur av øllum flutninginum í heiminum fer við skipum. Klaksvíkar havn er millum tær størstu í landinum, so tað er eyðsæð, at vit mugu brúka [...] tað ikki bara tað einu ferðina. Tað má vera so góð tænasta, at viðskiftafólkini eru nøgd og hava hug til at koma aftur. Góð viðferð spyrst altíð aftur og er tann besta reklaman, vit kunnu fáa. Norðuri í
ikki altíð hevur verið so lætt at vera føroyingur. Hvat er ein føroyingur? ? Jú, gamaní, men hvat er ein føroyingur í Danmark. Er tað eitt menniskja sum er føtt í Føroyum og sum dugir at tosa føroyskt? Míni [...] bert bleiv ein viðfáningur, ella í heila tikið at skapa ein vinnupolitikk. Sjálvt um støðan í Føroyum er batnað seinastu árini, so er hon ikki stabil. Gamaní at fiskiveiðan hevur verið óvæntað góð, prísurin [...] koma trupulleikarnir aftur, og tá er ikki óhugsandi at ein kreppa aftur tekur seg upp. Skomm at krevja loysing ? Hvat heldur tú er skilabest at gera politiskt? ? Tað er m.a. at fáa skil á heimastýrislógina
komin haðani. Í hesum er einki skeivt, tí tann gyklaði heimurin hjá Tolkien er so ríkur og er grundaður á so almenniskjaligar dreymar og hugmyndir úr ymiskum gudalærum, at rúm er fyri upp í leypar av [...] fólk vóru tikin til fanga«. Hetta er smáputl, men argandi smáputl. »Leiðarljós« er ógvuliga konkret og glær um somu tíð. Nógv verður sagt um klæðini hjá børnunum, hvat tey eta og hvussu tey sova. Tí stóra [...] Kort er við bókini og somuleiðis navnalisti, og nøvnini minna ikki sørt um tey í »Hobbanum« (finst á føroyskum í týðing eftir Axel Tórgarð) og »Lord of the Rings« hjá J. R. R. Tolkien. Ivaleyst er onkur
álopsspælarunum, sum fram til tá hevði víst nógv mest. Eingin ivast í, at Todi Jónsson er ein frálíkur fótbóltsspælari, men hann er ikki tann á landsliðnum, sum arbeiðir mest, og eftirsum tað kundi roknast við [...] Estland var á odda 2-0, Føroyar høvdu mist ein mann, og tveir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Sámal skoraði ? ikki Hvat hendi í hálvleikssteðginum er ilt at siga, men føroyska liðið hevði ongan [...] Hansen sendi hornasparkið innfyri, har Jan Allan Müller fekk høvdið á, men hann rakti ikki málið. Men ein góð byrjan, og tað sá út til, at føroyska liðið veruliga ætlaði sær okkurt í hesum dystinum. Stutt seinni
Noregs Hann er eisini útgjørdur soleiðis, at hann er vælegnaður til sjúkraflutnings, tí tað er lætt at fáa børu í hann og úr honum aftur. Drúgvar kanningar Tað eru eini tvey ár síðani at ein bólkur av [...] hann kann lenda á breyt. Hann krevur eina breyt, sum er 600 metrar. Men neyðugt er ikki at gera so nógv burturúr vøllinum. Ein slættur grúsvøllur er nóg góður. Hesir flúgvararnir eru nógv brúktir aðrastaðni [...] dagliga viðlíkahaldið er ætlanin at gera í Føroyum.Og ætlanin er at útbúgva føroyskar flogskiparar. Men avtala er gjørd við eitt danskt felag um tey regluligi eftirlitini. Talan er um eitt felag, sum f
bjargingin av royndini hjá Súna Fríða var framúr góð. Hóast nógvu møguleikarnar, so kom einki mál í dystinum. Tað er eisini ilt at taka dagar ímillum, hvat ið var tað betra liðið. Kanska hevði HB heldur [...] Bárði Johannesen í HB-málinum. Eisini hevði Andrew av Fløtum hjá HB ein góðan skallara, sum Magnus Poulsen bjargaði í stórum stíli. Ein hending var í fyrra hálvleiki, sum átti at fingið størri avleiðingar [...] á Svangaskarði sunnudagin var alt annað enn góð. Dómarin stóð veikur í myndini, og heldur ikki linjuverjarnir vóru altíð væl við. Í fyrra hálvleiki var ein hending, sum áðurnevnt, ið átti at verið revsað
koma í skúlaaldur, er størst júst hesi árini, men at talið minkar stórliga komandi árini. Talan er sostatt um ein hvørvandi trupulleika. Er forsøgnin røtt, skulu vit í hvussu so er taka fýra 1. flokkar [...] skúlaár fáa ein vandamiklan skúlaveg er ikki mín trupulleiki. Mín trupulleiki er, at eg kann ikki taka fleiri næmingar inn enn eg havi pláss fyri. Hvussu skúlavegurin er og at skúlar vanta, er eitt mál hjá [...] hjá Tórshavnar býráð fyri ikki at loyva hesum børnum í Venjingarskúlan er plásstrot. Barnatalið í Havn er so stórt í ár, at neyðugt er við 13 fyrstu flokkum og sambært innskrivingini eigur Venjingarskúlin
roykslørið um bankamálið. Hvør skuldi trúð tí! Góð avtala Jóannes Eidesgaard heldur annars, at avtalan, sum nú er gjørd, í mongum førum er ein sera góð avtala. -Ein kann siga, at tíðin var búgvin til at fáa [...] avtalu aðrastaðni. Hóast ein 20 ára avdráttartíð fyri skuldina er long tíð, so heldur Jóannes Eidesgaard kortini, at nú er skuldin komin í ein fastan karm og er tað at fegnast um. Hvat viðvíkur fasta gjaldinum [...] eru gjørdar.Eisini er tað gott, at tað nú er upp til landsstýrið at gera av bæði lán og veðhald. Hervið er eisini løgd ein stór ábyrgd á landsstýrið og vit mugu vóna, at landsstýrið er búgvið til at taka