boriholið. Boriveskan verður annars eisini nýtt til at smyrja við í boriholinum, og til at flyta knúst grót upp úr boriholinum. Doktaraarbeiði um kolvetnisframleiðslu Til tess at fremja kolvetnisframleiðsluna kann [...] alment, so áhugað við egnaðum fortreytum kunnu melda seg til at taka lut. Eftir ætlanini verða fyrstu oljuverkfrøðingarnir frá Náttúruvísindadeildini til reiðar at fara í vinnu ár 2002. Professari í oljutøkni [...] at nýta til planlegging av komandi oljuboringum. Vegleiðari í hesum arbeiði er Bernt S. Aadnøy, professari. Tá borast skal í undirgrundina, hevur tað stóran týdning at hava góðan kunnleika til eginleikar
vinna eina fløgu frá 3-aranum. At byrja við varð ikki so nógv sent inn til okkum, men seinastu tíðina tykist tað sum at ferð er komin á, og fegnast vit sjálvsagt um hetta. Eitt evni, sum tykist vera aft [...] verið áhugavert at skrivað um, er bara at taka telefonina ella pennin og skriva ella ring til okkara. Minst til, at jú størri ávirkan tit fáa á innihaldið í blaðnum, jú meira áhugavert verður tað hjá tykkum [...] hesu ferðina hava vit roynt at latið upp fyri hesum spurningi, og lesarar eru meira enn væl komnir til at senda okkum hugskot og spurningar, soleiðis at hetta kjakið kann koyra víðari. Eisini hevur onkur
svarini eru positiv, men hvat politikararnir siga, vil hann ikki út við enn. Vit mugu bíða til øll svarini eru komin. Sum Sosialurin skilir, er tað bert Tjóðveldisflokkurin, sum higartil hevur svarað. [...] Oljuvinnuráð sent øllum politisku flokkunum í landinum bræv, har spurt verður, hvørja støðu flokkarni hava til, at eitt komandi oljuvirksemi í Føroyum verður savnað í Suðuroynni. Ráið sigur seg ætla at viðgera
fyrra av teimum almennu framsýningunum, og líkt var til, at tiltakið hevði fingið sera góða undirtøku millum manna. Fleiri vóru tey, sum gjørdi kvøldið til eitt rættuligt hugnakvøld, við tað at Hotel Føroyar [...] fyri donsku útvegararnar vóru eisini til nakrar av sýningunum, og frá fyrireikarunum frættist, at hesi høvdu bara gott at bera sýningunumDonsku handilsfólkini góvu til kennar, at showið sum heilt var fult [...] danskar útvegarar hjá føroysku handilsfólkunum, sum skipaðu fyri framsýningini. Hetta var eisini orsøkin til at sýningin, umframt at vera vanlig mótasýning, eisini varð eitt sokallað Trend-Show, har trendirnar
sum neyvt lýsir tey krøv, ið tá verða sett til samfelagið annars. Og tað má vera ein mannarættur hjá einum uttanbíggja politikara, tá ið hann er komin til Havnar á tingfund, at hitta aðrar politikarar [...] miðskeiðis í 90unum, vísti tað seg skjótt, at flytingin mestsum øll var til Havnina. Hetta hevði sínar góðu grundir í, at her var best útlit til at fáa arbeiði, barnaansing, bústað, skúla, eldrarøkt o.a. Borgarstjórin [...] at hann av landspolitikarunum kravdi, at um hetta fór at halda áfram, so mátti peningur fylgja við til hesar stovnar. Undirritaði royndi tá - eins og aðrir landspolitikarar - at seta spurnartekin við tað
So er bókin komin. Bókin um "Ferðina um bláu gongustjørnuna", sum Durita Holm gjørdi um jarðarknøttin. Hetta er søgan um sigling, fjarskotin lond, kærleika og at gerast mamma á leiðini. Bert 21 ára gomul [...] tjóð, men stuttleikasigling er ikki viðurkend fyrr enn fyri stuttum. Kanska bókin gevur fólki hug til stuttleikasigling, sigur Durita. Tað er á forlagnum Freyja, at bókin verður givin út. Hon er innbundin
síggjast betur í ferðsluni, nú vit rættuliga eru komin inn í myrku tíðina. Átakið er gjørt í samráð við Ferðslutrygd, sum tekur sær av at býta endurskini til allar vøggustovur, barnagarðar, barnaskúlar og
Góða hjálp fær hon frá Regini Patursson, sum arbeiðir á verkstaðnum í húsinum, bæði til tað kreativa og annars til sjálva framførsluna. Kristina verður leys úr Sjónvarpi Føroya hálvan januar, og tá ætlar [...] ingina í 10. flokki fekk hon í SvF. Í hesum umfari er tað ígjøgnum Ung í arbeiði, at Kristina er komin í Sjónvarp Føroya at arbeiða. Og hon hevur rættiliga fingið blóð á tonna. - Mær dámar ógvuliga væl [...] arbeiða kreativt. Eg eri rættiliga sloppin at royna meg, serliga á verkstaðnum, har eg havi gjørt lutir til ymiskar sendingar, og tað er helst har tey hava sæð, at eg havi evni fyri at gera ymiskt saman við
við skaldsøguni. Tað má sigast at vera ein guds lukka, at handritið til ?Barbaru? er til í heilum líki, tí Jørgen-Frantz sendi tað til nógv vinfólk at meta um. Sama heyst, sum Jørgen-Frantz Jacobsen andaðist [...] vart við hetta fyribrigdi: ?Hóast hon er heimsgitin (hon er týdd til næstan tjúgu mál), so er tað kortini eins og Barbara nú elvir til trupulleikar millum bókmentafólk, sum um teir ikki rættiliga vita [...] og Færøerne?, sum er eitt framúr íkast til kjakið um viðurskiftini ímillum londini bæði. Í tjúgunum gjørdist hann leysur medarbeiðari á Politiken, og frá 1932 til 1934 arbeiddi hann fast fyri blaðið. Men
sjálvt um vit høvdu planir, so vórðu tær ongantíð til nakað, sigur Eyðun Nolsøe. - Síðani eg flutti til Danmarkar í august mánaði í fjør, hava vit sæð meira til hvør annan, og tað hevur so havt við sær, at [...] tað er skjótt at renna inn til hvønn annan, um tað so er fyri at fáa sær kaffi ella spæla tónleik. Tosa seg til sættis Síðani mai mánaða hava teir arbeitt við upptøkunum til nýggju fløguna, og tá seinastu [...] - Eg havi hugsað nógv um mítt lív, hvat eg brúki tað til, og hvat eg ætli við tí. Tað er nakað, sum øll fólk gera. Og eg má siga, at eg eri komin til eina rættiliga banala niðurstøðu. Tú mást sjálvur finna