Sparikassin og Lív geva endurskin

Føroya Sparikassi og Føroya Lívstrygging eru farin undir eitt átak, nevnt »Vit síggjast«.

Endamálið við átakinum er at fáa øll børn og ung at bera endurskin, so tey síggjast betur í ferðsluni, nú vit rættuliga eru komin inn í myrku tíðina. Átakið er gjørt í samráð við Ferðslutrygd, sum tekur sær av at býta endurskini til allar vøggustovur, barnagarðar, barnaskúlar og framhaldsdeildir eins og miðnámsskúlarnar.

Jákup í Stórustovu í Sparikassanum sigur, at tað eitt nú í Havn er serligur ruðuleiki við skúlarnar um morgunin. Afturat tí er mótin svartur og gráur, og tað hjálpir ikki upp á støðuna, sigur hann.

Átakið fór av bakkastokki mikudagin, og fingu børnini í triðjaflokki í Sankta Frans skúla fyrstu endurskinini.

Innan góða viku er væntandi, at øll hava fingið endurskin.