Oljuvinnan savnast í Suðuroynni

Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur sent politisku flokkunum bræv, hart spurt verður, hvørja støðu teir hava til, at ein møgulig oljuvinna verður savnað í Suðuroynni

? Vit arbeiða miðvíst fyri at fáa eina komandi oljuvinnu miðsavnaða í Suðuroynni. Skal oyggin yvirliva, er hetta neyðugt.

Viberg Sørensen, formaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð, vísir á, at støðan í Suðuroynni í løtuni er vánalig, og heldur hann, at um eitt komandi føroyskt oljuvirksemi verður savnað í oynni, kann hetta verða bjarging fyri oynna.

Tí hevur Suðuroyar Oljuvinnuráð sent øllum politisku flokkunum í landinum bræv, har spurt verður, hvørja støðu flokkarni hava til, at eitt komandi oljuvirksemi í Føroyum verður savnað í Suðuroynni. Ráið sigur seg ætla at viðgera svarini fyrst í desember, og tí vil ráðið hava svar sum skjótast.

Viberg Sørensen vísir Sosialinum á, at Suðuroyggin liggur nærmast teimum økjunum, ið hava áhuga í einari komandi føroyskari oljuvinnu, og tí skuldi verið upplagt, at vinnan verður savnað í oynni.

Suðuroyar Oljuvinnuráð hevur longu fingið svar frá onkrum flokki, men Viðberg Sørensen vil ikki siga hvørjum. Tó sigur hann, at svarini eru positiv, men hvat politikararnir siga, vil hann ikki út við enn. Vit mugu bíða til øll svarini eru komin.

Sum Sosialurin skilir, er tað bert Tjóðveldisflokkurin, sum higartil hevur svarað.