Fróðskaparsetrið mennir førleika til oljuvinnuna

Á Náttúruvísindadeildini ber til at lesa til oljuverkfrøðing. Seks av studentunum, sum í 1998 fóru undir útbúgving á Náttúruvísindadeildini, ætla sær at blíva oljuverkfrøð-ingar. Útbúgvingin tekur 3 _ ár. Og á Náttúruvísindadeildini er gransking við atliti at oljuvinnuni eisini farin í gongd.

Oljuverkfrøðingar

Oljuverkfrøðingaútbúgvingin verður bygd á ta útbúgvingarskipan, ið frammanundan er á Náttúruvísindadeildini. Fyrstu tvey árini er undirvísingin at kalla felags fyri flestu útbúgvingar á Náttúruvísindadeildini (burtursæð frá útbúgving innan havlívfrøði). Undirvísingin fevnir tá um støddfrøði, alisfrøði, teldufrøði og ymiskar tøknifrøðiligar grundgreinar. Seinastu 1 1/2 árini eru ymiskar sergreinar, sum fyri oljuverkfrøðingarnar m. a. snúgva seg um jarðfrøði, boritøkni, reservoirtøkni og um olju- og gassframleiðslu. Verkfrøðingaútbúgvingin endar við eini verkætlan, sum serritgerð skal skrivast um. Fyrstu prógvini verða ætlandi latin í 2002.

Á vári ár 2000 verður skipað fyri einum innleiðandi skeiði fyri oljuverkfrøðingarnar. Skeiðið fer at geva eitt fakligt yvirlit yvir nøkur evni, ið verða tikin upp í sergreinunum. Skeiðið byrjar í februar og endar seinast í mai, og tað verður í næstum lýst alment, so áhugað við egnaðum fortreytum kunnu melda seg til at taka lut.

Eftir ætlanini verða fyrstu oljuverkfrøðingarnir frá Náttúruvísindadeildini til reiðar at fara í vinnu ár 2002.


Professari í oljutøkni

Á einum universiteti hanga gransking og útbúgving saman, og umráðandi er at hava vísindafólk, ið kunnu standa fyri granskingaruppgávum á teimum ymsiku fakøkjunum.

Á Náttúruvísindadeildini er dr. Bernt S. Aadnøy, doktari, partíðarsettur sum professari innan oljutøkni. Hann hevur høvuðsstarv sum professari á Høgskolen i Stavanger, sum Fróðskaparsetrið hevur samstarvsavtalu við.

Professarin fer m.a. at taka sær av oljuverkfrøðingaútbúgvingini. Men haraftrat er hann við til at leggja lunnar undir oljutøkniliga gransking á Náttúruvísindadeildini sum vegleiðari í eini ph.d.-verkætlan um bergmekanikk.

Fíggingin av professarstarvinum og av ph.d.-verkætlanini er fingin til vega frá oljufeløgunum Statoil, Mobil Oil og Enterprise Oil.


Doktaraarbeiði

um bergmekanikk

Jóannes Djurhuus, cand. scient., arbeiðir á Náttúruvísindadeilidini við eini ph.d.-verkætlan, hvørs endamál er at gera støddfrøðilig model, sum skulu lýsa kreftirnar í grótinum kring eitt borihol. Hetta arbeiðið kann geva m.a. jarðfrøðingum eitt gott støddfrøðisligt amboð at nýta til planlegging av komandi oljuboringum. Vegleiðari í hesum arbeiði er Bernt S. Aadnøy, professari.

Tá borast skal í undirgrundina, hevur tað stóran týdning at hava góðan kunnleika til eginleikar í grótinum, m.a. til hvørjar kreftir virka kring boriholið. Hesar kreftir eru nær tengdar at grótslagi, boridýpi og í hvørja ætt borað verður. Rivur í grótlagnum hava lyndi at ganga í ávísa ætt, og hetta hevur við sær, at styrkin í grótinum kring eitt borihol er tengt at, hvønn veg borað verður.

Í oljuboringum verður boriveska koyrd í boriholið. Boriveskan má vera so tung, at hon forar oljuni at spríkja upp úr undirgrundini. Fyri at vita hvussu tung boriveskan kann verða, er alneyðugt at kenna styrkina í grótlagnum. Er veskan ov løtt sjunkar holið saman, og er hon ov tung, skræðnar boriholið. Boriveskan verður annars eisini nýtt til at smyrja við í boriholinum, og til at flyta knúst grót upp úr boriholinum.


Doktaraarbeiði um kolvetnisframleiðslu

Til tess at fremja kolvetnisframleiðsluna kann gass verða sprænt í oljureservoirið. Sigurð í Jákupsstovu, civilverkfrøðingur, arbeiðir við eini ph.d.-verkætlan, har matematisk model verða brúkt til at lýsa fysiskar tilgongdir, ið stýra kolvetnisframleiðsluni í samband við gassinnspræning. Í verkætlanini verður m.a. hugt at ymiskum háttum til at rokna viskositet og spenningar í markamótum (?grensiflatuspenningar?).

Verður eitt ikki-fast evni (t. d. olja og gass) skúgvað úr síni javnvágsstøðu, ger tað mótstøðu, og henda mótstøðan er lýst við viskositetinum. Viskositeturin hjá olju og gassi er ein týðandi parametur, tí framleiðslan fellur lutfallsliga við vaksandi viskositeti undir ávirkan av ávísum trýsti.

Grensiflatuspenningurin er ein annar parametur, ið hevur týdning fyri kolvetnisframleiðsluna. Lutfalsligi streymingareginleikin hjá olju, gassi og vatni er ávirkaður av grensiflatuspenninginum millum evnisfasurnar.

Verkætlanin er komin í lag í samstarvi við Institut for Kemiteknik á Danmarks Tekniske Universitet, og er stuðlað av Granskingaráði Føroya og Nordiske Energiforskningsprogrammer. Vegleiðari í verkætlanini er Erling H. Stenby, professari á Danmarks Tekniske Universitet.