Bjørk Herup Olsen sannførandi. Á øðrum plássi var Rebekka Fuglø og Birna Abrahamsen kom inn á triðja plássi. Ein kvinnuveteranur var við í kappingini, tað var Laila Jacobsen. Hjá mannligu veteranunum vann [...] vaksin avgreitt í Kollafirði. 38 menn og 10 kvinnur gjøgnumførdu tann 7 km langa teinin. Harafturat var eisini barnarenning á skránni, og her vóru íalt 40 luttakarar. Úrslitið hjá monnum varð, at Sam Vang
sjónvarpinum og ikki minst ríða á hestbaki. Ókeypis! Hetta var við í prísinum umframt at til bar fylgja við, hvat hendi á tónleikapallunum, meðan ein var staddur á barnaøkinum. Lendið er so mikið væl egnað og [...] og vallað, at hóast tað er uppbýtt, riggar tað sum ein eind. Sum heild var hetta ein væl samansjóvað eind, har býtið gjørdi, at sum so kundi tú alla tíðina fylgja við í, hvat gekk fyri seg í skránni, meðan [...] gekk í barnauniversinum. Hetta riggaði hetta væl, og fyrireikararnir skulu hava rós fyri, at ikki var neyðugt hjá foreldrum at gjalda fyri hvørt nikk og prikk, sum børnini ynsktu at gera. Her vóru børn
Dysturin móti Grønlandi var sera týdningarmikil, tí hetta var uppgerðin millum tey bæði liðini, sum eftir øllum at døma enda sum nummar tvey og trý í bólki B. Og tá alt kom til alt, vóru okkara við undirlutan [...] undirlutan, men tað skerst ikki burtur, at lagnan var hørð við føroyska liðið í tvímansleiki hjá kvinnum og í blandaðum tvímansleiki. Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir taptu 3-0 móti grønlendsku [...] triða settinum. Men avgerandi bóltin fingu tær tó ikki sligið ígjøgnum. Og í blandaðum tvímansleiki var gongdin heldur ikki okkum til vildar. Rakul Mikkjalsdóttir og Ragnar Egilsson vunnu annars greitt fyrsta
skjótt lutakastið var greitt, vendi NSÍ sær til ítróttarstjóran í Rosenborg, sum ljóðaði sinnaður at býta um, so NSÍ fekk heimadyst fyrst. Men tá hann hevði ringt heim til venjaran, var svarið eitt tvørt [...] tætta skrá, og tí lá illa fyri hjá teimum at býta um, sigur Jákup Vágsheyg, sum var eitt av NSÍ-umboðunum, tá lutakastið var mánadagin. – Vit vendu okkum síðani til UEFA, fyri at fáa býtt um upp á dystirnar
og at intensiteturin alla tíðina var í topp. Men við føroyskum eygum var eingin ivi um, at finaludysturin hjá Búgva Poulsen stóð sera ovarliga á listanum. Búgvi var favorittur, og hann tóktist alla tíðina [...] Búgvi lokkaði fyrst mótstøðumanni at royna at kasta seg, men sjálvur stóð Búgvi sum kletturin. Og so var eingin góða mamma, tá Búgvi við einum armi lyfti mótstøðumannin, áðrenn hann varð langaður í gólvið
Hondbóltur Hóast vektarmunurin var øgiligur, og russisku bamsurnar tí tungar at dansa við, so helt Janus Sørensen ikki, at uppgávan var verri enn tað, sum roknast kundi við. - Vit sleppa væl ígjøgnum fyri [...] teir fingu, tí teir høvdu í øllum førum broytt hugburð, tá teir komu út til seinna hálvleik. Var tað tað, sum var munurin eftir steðgin. At teir seta ferðina upp? - Ja, og at vit seta ferðina niður. Vit steðga
Herbert í Lon Jacobsen var skjótur at staðfesta, at 0-0 ikki var eitt úrslit, sum B36 kundi brúka til tað heilt stóra sunnudagin. - Eg eri ótrúliga argur um, at vit ikki fáa ein sigur í dag. Eg haldi, [...] at vit eiga allan seinna hálvleik, sum hann var, og sjálvt um vit ikki skapa okkum fleiri 100% møguleikar, so skapa vit somikið nógv, at onkur av møguleikunum skuldi givið mál. Næstu ferð skulu tit til [...] til Klaksvíkar at vitja KÍ, sum enn ikki hevur vunnið. Hvussu síggja tit upp á ta uppgávuna. - Tað var júst tí, at vit skuldu vinna í dag. So vit kundu sleppa undan tí vandanum, at eitt tap kann gera, at
Tað var tætt, og tað var leingi spennandi. Men tá ið 5-mannaførini við dreingjum fóru um málið, var tað eingin ivi um, at søgan frá tveimum teimum undanfarnu FM róðrunum hevði endurtikið seg: Tjaldrið [...] Tjaldrið úr Kappróðrarfelagnum NSÍ hevði vunnið. Fjarstøðan aftur til Báruna var meiri enn ein bátslongd, og harvið er Tjaldrið stórfavorittur at vinna FM heitið. Báran, Junkarin og Blikur kappaðust um næstfremsta
Hansen í B68, og hann var á føroyska beinkinum, tá ið Øssur Hansen á sinni við frísparki javnaði ímóti Slovenia. Og hvat sigur tú um útjavnandi málið hjá Øssuri hesa ferð? - Tað var einki aftanfyri tiltikna [...] ið tað ikki eydnast at vinna. Eg haldi, at bæðí liðini spældu væl og vóru sinnaðir at leypa á. Nú var úrslitið 3-3, men tað kundi gott havt verið 6-6, um hugsað verður um málmøguleikarnar, og eg haldi [...] tiltikna málið. Heldur var tað kanska eitt sindur betri, tí hesa ferð smekkaði hann til við klokkuklárum ristarsparki!
skorað í sambandi við fríspørk. Hetta var triðja ferðin á rað, at KÍ vann í 1. deild. EB/Streymur legði seg framum tríggjar minuttir undan steðginum. Málskjútti var Dánjal Davidsen, sum skoraði eftir f [...] frísparksinnlegg. Í síðsta minutti fyri steðgin javnaði Leon Bjartalíð fyri KÍ. Hann var spældur leysur úr vinstru og innum. Tríggjar minuttir eftir hvíldina legði Dánjal Davidsen EB/Streym framum aftur [...] aftur. Hann stútaði hornasparksinnlegg í málið. Eli Simonsen javnaði, tá ið lítið korter var farið av 2. hálvleiki. Arnhold Joensen trillaði fríspark út frá, og Eli smekkaði í málið av brotsteigar samankomingini