Dysturin móti Grønlandi var sera týdningarmikil, tí hetta var uppgerðin millum tey bæði liðini, sum eftir øllum at døma enda sum nummar tvey og trý í bólki B.
Og tá alt kom til alt, vóru okkara við undirlutan, men tað skerst ikki burtur, at lagnan var hørð við føroyska liðið í tvímansleiki hjá kvinnum og í blandaðum tvímansleiki.
Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir taptu 3-0 móti grønlendsku kvinnunum, men í fyrsta settinum høvdu tær tveir settbóltar, og tríggir av slagnum vóru í triða settinum. Men avgerandi bóltin fingu tær tó ikki sligið ígjøgnum.
Og í blandaðum tvímansleiki var gongdin heldur ikki okkum til vildar. Rakul Mikkjalsdóttir og Ragnar Egilsson vunnu annars greitt fyrsta settið, og í triða settinum vóru tey á odda 7-1, men máttu kortini lúta.
Føroyska vónin er nú, at Isle of Man kann órógva leiðina hjá Grønlandi móti hálvfinalunum. Sjálvandi treytað av, at føroyska liðið røkir sína skyldu móti Isle of Man.