Eingin múrur millum ættarliðini

Festivalurin í Kirkjubø hevði eisini okkurt til børnini

Tey sluppu at gera sær sleikisneisar, sneisabreyð, vitja húsini hjá Huldu, síggja klovnar, fáa ballónir, gera perlur, síggja teir vælkendu figurarnar úr sjónvarpinum og ikki minst ríða á hestbaki. Ókeypis! Hetta var við í prísinum umframt at til bar fylgja við, hvat hendi á tónleikapallunum, meðan ein var staddur á barnaøkinum. Lendið er so mikið væl egnað og vallað, at hóast tað er uppbýtt, riggar tað sum ein eind.

Sum heild var hetta ein væl samansjóvað eind, har býtið gjørdi, at sum so kundi tú alla tíðina fylgja við í, hvat gekk fyri seg í skránni, meðan tú gekk í barnauniversinum.

Hetta riggaði hetta væl, og fyrireikararnir skulu hava rós fyri, at ikki var neyðugt hjá foreldrum at gjalda fyri hvørt nikk og prikk, sum børnini ynsktu at gera. Her vóru børn og vaksin stødd úti í náttúrini, samstundis sum tey púra trygt kundu royna allar teir aktivitetir og uppliva tað undirhaldið, sum festivalurin hevði at bjóða teimum smæstu.