Tað var tætt, og tað var leingi spennandi. Men tá ið 5-mannaførini við dreingjum fóru um málið, var tað eingin ivi um, at søgan frá tveimum teimum undanfarnu FM róðrunum hevði endurtikið seg:
Tjaldrið úr Kappróðrarfelagnum NSÍ hevði vunnið. Fjarstøðan aftur til Báruna var meiri enn ein bátslongd, og harvið er Tjaldrið stórfavorittur at vinna FM heitið.
Báran, Junkarin og Blikur kappaðust um næstfremsta plássið. Tað kappingina vann Báran.
Úrslit
1 Tjaldrið 05:21.12
2 Báran 05:24.15
3 Junkarin 05:25.14
4 Blikur 05:27.03
5 Teistin 05:29.07
6 Kollur 05:32.09
7 Jallurin 05:32.13
8 Royndin Fríða 05:33.21
9 Ritan 05:47.08
10 Firvaldur 05:51.00
Støðan
1 Tjaldrið 21
2 Junkarin 15
3 Blikur 14
4 Teistin 12
5 Royndin Fríða 7
6 Báran 6
7 Kollur 5
8 Havfrúgvin 3
9 Jallurin 1
10 Firvaldur 0
11 Ritan 0