Vildu frá KÍ

Herbert í Lon Jacobsen var skjótur at staðfesta, at 0-0 ikki var eitt úrslit, sum B36 kundi brúka til tað heilt stóra sunnudagin.

- Eg eri ótrúliga argur um, at vit ikki fáa ein sigur í dag. Eg haldi, at vit eiga allan seinna hálvleik, sum hann var, og sjálvt um vit ikki skapa okkum fleiri 100% møguleikar, so skapa vit somikið nógv, at onkur av møguleikunum skuldi givið mál.

Næstu ferð skulu tit til Klaksvíkar at vitja KÍ, sum enn ikki hevur vunnið. Hvussu síggja tit upp á ta uppgávuna.

- Tað var júst tí, at vit skuldu vinna í dag. So vit kundu sleppa undan tí vandanum, at eitt tap kann gera, at vit liggja alt ov nær niðurflytingarstrikuni. Men vit mugu so bara reisa okkum og koma burtur úr hesi tungu gongdini, har tað eftir hondini er heilt langt síðani, at vit seinast vunnu, staðfesti Herbert í Lon Jacobsen.