greinina í reglunum, sum sigur, at tey, sum fara avstað, skulu hava róð í undanfarna kappingarári. Hetta vil við øðrum orðum siga, at um Frúgvin og Argjabáturin eru eins sannførandi í dag, sum tey hava verið [...] Um tað verður soleiðis, so siga reglarnir, at fólk skal biðjast av tí bátinum, sum endar næstbest í kappingini. Um vit taka kvinnukappingina sum dømi, so vil hetta siga, at um Frúgvin vinnur kappingina [...] hinum fimm róðrunum, so skulu tað vera manningarnar, sum hava róð í ár, ið fara av landinum. Tað er væl hugsandi, at onkur, sum hevur róð í ár, ikki fer at rógva komandi ár, kanska tí tey vera burtur í ar
sigur, at hann heldur, at tað er neyðugt at gera helvtina av arbeiðnum, tvs, at leingja molan 20 metrar komandi ár. ? Tað hevði gjørt havnina munandi kyrrari. Og eg vænti, at tað tá hevði borið til at tikið [...] en í Skálavík, sum fer at gera grýtuklárar fiskarættir burturúr fiski, hann ætlar at keypa frá hinum báðum virkjunum. Jógvan Adolf sigur, at hetta er so mikið áhugavert, at tað eigur at stuðlast, ikki [...] sigur, at nú Framtaksgrunnurin aftur fer at virka, ivast hann ikki í, at tað verður í einum heilt øðrum formi, enn higartil. ? Eg haldi, at tað er so sjálvandi, at hann stuðlar eini ætlan, sum hesari.
. Málini borga fyri undirhaldi, plagar at vera sagt, og um málrúgvan verður nýtt at meta seg eftir, so hevur landskappingin ongantíð áður verið so undirhaldandi, sum hon var tað í ár. Í teimum 135 [...] stigum. Úrtøkan var 67 stig (21 sigrar, 4 javnleikir og 2 tap), og málmunurin var 63-28. Tað vil siga, at B36 hevur í ár skorað 25 mál fleiri, enn meistaraheitið varð vunnið við fyri seks árum síðani, [...] ígjøgnum hjá B36 í ár, enn tað fóru fyri seks árum síðani. Í nýggjari útgávu Fýra spælarar, sum vóru við til at vinna FM til B36 í 2005, vóru aftur í ár partur av besta liðnum. Teir eru Ingi Højsted, Klæmint
eftir málinum. At Víkingur at enda ikki gjørdi so ógvuliga nógv av í royndini at fáa Øssur Dalbúð at spæla í Sarpugerði, komst fyrst og fremst av , at tað eydnaðist at fáa Finn Justinussen at koma heim aftur [...] Justinussen boksspælari, sum tað plagar at verða tikið til, og tað er einki at ivast í, at Jógvan Martin Olsen, Víkinga venjarin, fer at leggja uppspælið ikki so lítið til rættis eftir, at nú er málrevurin aftur [...] Portalurin at siga, at ÍF hevur skrivað sáttmála við Øssur Dalbúð. Sáttmálin sigur, at Øssur skal umboða ÍF í 2013. Tað hevur ljóðað, at eisini onnur feløg – eitt nú HB, NSÍ og Víkingur – vóru áhugað í at fáa
møguleiki at lata inn umsóknir til at leita eftir olju við Føroyar, til 2. rundu. Torført fyri ikki at siga ómøguligt er at fáa nakað at vita, hvørji feløg fara at søkja, men tað skilst, at fleiri feløg [...] feløgini, sum eru við í loyvunum hinumegin markið, har fund eftir øllum at døma eru gjørd, eisini fara at søkja hesumegin markið, saman og hvør sær. Tí kann roknast við, at eitt felag sum OMV, sum ikki hevur [...] úttalað seg men sum kunnu hugsast at søkja, nú tey eru her frammanudan, og nú tað ikki er nakað krav at binda seg til at bora brunn. Hesi eru: Shell og Anadarco. Triði bólkur eru so tey feløg, sum beinleiðis
farleiðin til komandi leitingarøkini. Hann vísir á, at tíðarfaktorurin hevur eisini nógv at siga fyri teir sáttmálar, sum verða gjørdir, tvs. tann tíð tað tekur at sigla til og frá einum leitipalli til eina ú [...] varð sagt, at man fegin sá, at oljuvirksemið varð spjatt úti kring landið. Hóast hann ikki beinleiðis hevur nakað við ætlaninar at brúka Drelnes til oljubasa at gera, so sær Páll Vang oljuna sum einasta [...] fiskivinnuna, sum longu er við skerdan lut í oynni. Hann ber ótta fyri, at kemur ikki oljuvinnan eisini at hava sín leiklut í oynni, so verður endin tann, at eini 1000-2000 fólk fara at flyta av oynni
hesin má metast sum púra opin. Tað var ikki gamalt at siga tað sama um dystirnar, tá HB á heimavølli spælir ímóti vágamonnum, men hóast HB er favorittur í morgin ímóti 07 Vestur, sum heima tapti fyri [...] Sum vant, eru eysturoyarliðini so væl umboðað í Vodafonedeildini, at tað næstan ikki er eitt umfar, har ikki onkur av dystunum er ein grannauppgerð millum tvey lið í Eysturoynni. Ein var í fyrsta umfari [...] mótstøðuliðið. Toftamenn, sum hildu seg einki standa aftan fyri ÍF mánakvøldið, men taptu, vilja nú vísa sínar veruligu dygdir í betri líkindum, samstundis sum KÍ vil vísa, at liðið er komið uppaftur –
metrar long. Amerikonsku myndugleikarnir vóru skjótir at boða frá, at talan var ikki um eina yvirgangsatsókn, men teir siga seg ikki duga at siga, hví tann 40 ára gamnla brúgvin datt niður. Fleiri amerikanskir [...] júst komin á brúnna, tá hon fór, men var so heppin, at bilur hansara steðgaði hálvan annan metur frá tí ytsta kantinum. - Tað ljóðaði, sum tá onkur missir okkurt á gólvið, men so sá eg fleiri bilar detta [...] síðani vanlukkuna sagt og skrivað, at fyri einum ári síðani avdúkaði ein eftirlitskanning, at fleiri rivur vóru í brúnni. Nú vanlukkan hendi, vóru menn í ferð við at leggja nýtt asfalt á brúnna, og tí
bygd eftir at tað næstan lá heilt stilt í nøkur ár. Men tað er kortini langt frá í sama mun sum fyri 10 árum síðani, tá ið nýbyggingin var uppá tað mesta. P/f Nordhaus ella Norðseturhús, sum tað vanliga [...] hvat keyparin ynskir. 3 mánaðir og lyklaklár Nordhaus brúkar umleið 3 mánaðir um at gera eini sethús. Tað vil siga, frá tí at arbeiðið byrjar og til húsini eru lyklaklár. Á timburelementvirkinum í Hvalvík [...] vit eini 20 ymisk snið av Norðseturhúsum, sum vit bjóða fólki at velja ímillum. Vit eru einir 8 - 10 mans í arbeiði, og harafturat hava vit undirarbeiðstakarar, sum gera alt el-arbeiðið og hitan og sanitetin
Landingarmiðstøðini veit Regin Olsen at siga, at upsin, sum skipini fáa í løtuni, er góður. - Ein stórur partur av veiðini er 3’arar, og tað eru líka nógvir 2’arar í veiðini, sum 4’arar. So, hetta er góður fiskur [...] skipinum skal takast í botn. Skipið liggur nú við Mekanik, har eg havi skilt, at arbeiðið skal gerast, sigur hann. Regin veit at siga, at hóast nøgdirnar hjá Oknini ikki vóru tær stóru, so var prísurin, skip og [...] blálonga, sum hálaðu prísin nakað niður. Í dag hevur eingin landing verið á Beta, men ætlandi koma Bakur og Stelkur inn at landa í morgin. - Bakur og Stelkur eru at kalla fullfermdir, nú teir koma inn at landa