Sum vant, eru eysturoyarliðini so væl umboðað í Vodafonedeildini, at tað næstan ikki er eitt umfar, har ikki onkur av dystunum er ein grannauppgerð millum tvey lið í Eysturoynni. Ein var í fyrsta umfari millum B68 og ÍF, og í kvøld klokkan 18 er aftur ein, tá Víkingur í Sarpugerði tekur ímóti NSÍ.
Víkingur hungrar eftir at vinna og man kenna eitt sindur av trýsti á sínum herðum, tí liðið tapti fyri EB/Streymi í fyrsta umfari, og hinvegin vilja teir í NSÍ halda fast við góðu byrjanina við sigri á HB. Hetta er ein av teimum dystunum, har alt kann henda, so hesin má metast sum púra opin.
Tað var ikki gamalt at siga tað sama um dystirnar, tá HB á heimavølli spælir ímóti vágamonnum, men hóast HB er favorittur í morgin ímóti 07 Vestur, sum heima tapti fyri B36, er hetta eisini ein rímiliga opin dystur. Bæði liðini taptu í fyrsta umfari og vilja tí hava stig hesa ferð. HB vil hava øll trý, men teir í 07 Vestur eru kanska nøgdir við eitt, heldur enn einki.
B36 stórfavorittur
Hinir tríggir dystirnir eru allir sunnudagin, og tann millum ÍF og EB/Streym er tann einasti hetta umfarið, sum er millum tvey lið, ið bæði vunnu fyri viku síðani. ÍF fekk í vindinum á Svangaskarði koppað B68, og EB/Streymur vann heima á Víkingi. Nú er ÍF á heimavølli og EB/Streymur á útivølli, og hava báðir partar tað mesta av fólkinum tókt, kann alt henda í hesum dystinum.
B36 er uttan iva allarstørsti favoritturin hesa ferð, tí árstalsfelagið tekur í Gundadali ímóti B71, sum sanniliga ikki fekk nakra ynskibyrjan, tá liðið ímóti KÍ fyrst fekk ein mann útvístan og so ein aftrat. B36 vann á útivølli á 07 Vestur, tá vælskipaða verjuspælið trekti tennirnar úr mótstøðuni, men hesa ferð skal B36 vísa, at liðið á heimavølli er ført fyri at skapa dystin.
Fimti dysturin er helst fyrsta veruliga avbjóðingin hjá KÍ í ár, tí eftir tveir heldur lættar dystir í steypa- og landskappingini, er B68 mótstøðuliðið. Toftamenn, sum hildu seg einki standa aftan fyri ÍF mánakvøldið, men taptu, vilja nú vísa sínar veruligu dygdir í betri líkindum, samstundis sum KÍ vil vísa, at liðið er komið uppaftur – bæði so og so.